Ein hernaðartyrla datt fyrrapartin niður við eitt ítróttarøki í Kirke Såby á Sælandi. Ein er deyður og ein komin til skaða - Eg hoyrdi eitt stórt buldur, og so leyp eg út og sá eina rúgvu av eldi og royki. Har lá ein tyrla, og eg rann yvir fyri at vita um tað var nakað eg kundi gera. Men eg eri ein eldri maður, so eg tordi ikki at koma ov nær. Eg sá at tvey fólk vórðu drigin úr tyrluni. Hvat er hent við teimum, veit eg ikki.
Soleiðs upplivdi ein lesari av ekstrabladet.dk fyrrapartin eitt tyrlukrassj við eitt ítróttarøki við Egevej í Kirke Såby, sum liggur millum Roskilde og Holbæk á Norðursælandi.
Ekstra Bladet upplýsir, at enn hevur ikki verið gjørligt at fáa fatur á løgregluni í Mið- og Vestursælandi. Sambært vitnum eru fleiri hernaðarfólk, møguliga frá heimaverjuni, á staðnum saman við løgreglu, sløkkiliði og sjúkrabilum.
Í einum tíðindaskrivi frá løgregluni stendur at lesa, at av teimum báðum fólkunum umborð, er ein deyður og ein komin til skaða.
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Ekstra Bladet, www.eb.dk










