Tyrla neyðlendi í Norðsjónum

Øll tey 18, sum vóru umborð á einari bretskari tyrlu, sum neyðlendi í Norðsjónum, eru bjargað Bretska bjargingartænastan sigur, at tyrlan, sum var av slagnum Super Puma, neyðlendi einar 100 fjórðingar úr Aberdeen í Skotlandi.

Tyrlan var á veg út til ein oljupall, tá óhappið hendi. 18 fólk vóru í tyrluni, men tey blivu øll bjargað upp úr tveimum bjargingarbátum, sigur BBC.

Tað er ógreitt, hví tyrlan mátti neyðlenda.