Danska løgreglan er í morgun í holt við eina sonevnda "humanitera" leiting í Guderup. Orsøkin er, at eitt vitni hevur sæð ein mann renna runt úti í berum undirbuksum, samstundis sum sonevndi chillfaktorurin er umleið 12 kuldastig í økinum.
Tískil hevur løgreglan sett í verk leiting har suðuri á Jútlandi tíðliga í morgun. Løgreglan kunnar eisini um leitingina, sum nú er í gongd, á Tvitter, og heitt verður á fólk, sum vita um mannin, um at seta seg í samband við løgregluna.
- Vit hava fingið eina fráboðan um ein mann, sum rennur runt í berum undirbuksum, og tað letur seg ikki gera leingi í veðrinum sum er, sigur vaktleiðarin, Nikolaj Hølmkjær, við Jydske Vestkysten í morgun.
##med2##
Sambært vaktleiðaranum leitar løgreglan bæði við hundum og einari tyrlu í royndini at finna mannin, og løgreglan heldur, at tað er átrokandi at finna hann, tí hann als ikki er ílatin til kalda veðrið, sum er á leiðini í morgun.
##med3##
Tað seinasta nýggja í málinum er, at maðurin eftir leiting í tveir tímar er funnin aftur í øllum góðum og hevur tað gott.