Týr til Russlands

Rockbólkurin Týr fer í apríl á ferð í Russlandi.

Føroysk kvæði í tungari útgávu runga úti í heimi. Øll geva sær kanska ikki far um tað, men tungi kvæðarockbólkurin Týr spælir nógv úti í heimi – eisini fjart frá heimligum strondum.

 

Føroyski tungmálmsbólkurin Týr ferðast at kalla kring allan knøttin og í apríl 2014 er Russland á skránni.

 

Sambært síðuni hjá Týr á facebook er skráin hendan:

 

12.04 - Moscow Hall / Moscow
13.04 - Saint-Petersburg / Backstage
16.04 - Omsk / Angar
17.04 - Barnaul / Che Guevara
18.04 - Novosibirsk / Rock City
20.04 - Irkutsk / Megapolis