Týr skulu fáa Gøtusand at lyfta seg

Týr vera millum høvuðsnøvnini á G!, nú G! avdúkar fyrstu nøvnini, eru tað tey føroysku, ið vekja størst ans.

 

Týr vera millum høvuðsnøvnini á G!, nú G! avdúkar fyrstu nøvnini, eru tað tey føroysku, ið vekja størst ans.

Framførslan hjá Týr á Summarfestivalinum í fjør stendur eftir, sum eitt av hæddarpunktunum á tí festivalinum, og ber til at uppliva part av henni aftur, á fyrstu videoini hjá bólkinum av Valkyrju fløguni, hendan sæst omanfyri.  Síðan tá hevur Týr ferðast kring heimin og spælt. Áðrenn leiðin gongur til G! hava teir soleiðis eisini verið á komandi konsertferðini í Norður- og Suðuramerika, umframt Ruslandi og hava spælt á festivalum í Evropa.

Tí verður tað ein væl samanspældur og sera rutineraður tungmálmsbólkur, ið fer at gera sítt fyri at fáa Gøtusand at lyfta seg upp frá.


Umframt Týr er nú greitt, at eisini Greta Svabo Bech, Moddi, Baby In Vain og Boho Dancer spæla á ársins G! Festivali.