Í heyst gav Týr út sína nýggjastu útgávu Valkyrja á kaliforniska plátufelagnum Metal Blade Records, og tað er longu greitt, at bólkurin fer á konsertferð við 35 konsertum í Amerika, men nú kunngera teir, at Russland eisini er á skránni.
Heri, sangari í Týr skrivar á Facebook:
- Eg havi leingi droymt um at vitja Sibiria, og endiliga fái eg møguleikan Omsk, Barnaul, Novosibirsk og Irkutsk, í apríl.
Í fjør spældi Týr 62 konsertir men longu nú eru 46 konsertir á skránni í ár, so tað er ikki óhugsandi, at fleiri koma afturat.
12.04 - Moskva / Moscow Hall
13.04 - St. Pætursborg / Backstage
16.04 - Omsk / Angar
17.04 - Barnaul / Che Guevara
18.04 - Novosibirsk / Rock City
20.04 - Irkutsk / Megapolis