Týr í sorg og gleði

Týr, ið man vera ein av virknastu føroysku tónleikabólkunum, hevur tikið samanum árið, ið fór, bæði í sorg og gleði.

 

Týr, ið man vera ein av virknastu føroysku tónleikabólkunum, hevur í dag tikið samanum árið, ið fór, bæði í sorg og gleði.

Týr fegnast m.a. um konsertferðirnar í ár, har bólkurin spældi ikki færri enn 62 konsertir í Meksiko, Kanada, USA, Føroyum, Noregi, Danmark, Týsklandi, Pólandi, Ungarn, Kroatia, Eysturríki, Tjekkia, Italia, Sveits, Belgia, Onglandi, Skotlandi, Fraklandi og Spania. Harafturat spældi bólkurin í trimum londum, har teir ongantíð hava spælt áður, Romenia, Írlandi og Ísrael.

Týr takkar øllum, ið komu á konsertirnar í ár, og takkar eisini limunum í Korpiklaani, Finntroll, Ensiferum, Heidevolk, Trollfest og Skálmöld, ið bólkurin var á konsertferð saman við í ár.

Ein onnur av teimum jaligaru løtunum, var útgávan av Valkyrju og øll tey jaligu ummælini, ið fløgan hevur fingið.

Bólkurin hevur í ár gjørt ikki færri enn tvey videløg, til fyrsta staklagið “Blood of Heroes”, ið varð upptikin á Summarfestivalinum og eina video upptikna í Beograd til næsta staklagið “Lay Of Our Love”, ið er eitt friðarligt lag, har Heri Joensen syngur duett við Liv Kristine úr Leaves Eyes. Hetta seinna videolagið verður givið út skjótt.

Men einki ár uttan sínar syrgiligu løtur, og her harmast bólkurin serliga um, at trummarin og ein av stovnandi limunum í Týr, Kári Streymoy mátti gevast eftir 15 ár í bólkinum orsakað av einum ryggskaða.

Teir vátta eisini, at Amon Djurhuus Ellingsgaard nú er vorðin fastur limur í bólkinum.

Nýggjársheilsanin endar við staðfestingini av, at 2014 verður ikki eitt minnið spennandi ár fyri Týr.