Útgávukonsert: Klokkan 22 í kvøld verður ein serlig útgávukonsert í Løkshøll við føroyska rockorkestrinum, Týr í samband við, at nýggja fløgan hjá Týr, Valkyrja kom út fyri stuttum. Tað er serliga Grindavísan á tí nýggju fløguni, sum hevur givið endurljóð.
Tað er ungdómshúsið á Toftum, sum skipar fyri konsertini. Terji Skibenæs úr Týr gleðir seg til at spæla í Løkshøll, sum verður fyrsta ferðin Týr spælir í Løkshøll.
Seinnapartin vitjaðu Terji Skibenæs og Arni Zachariasen, leiðari í ungdómshúsinum á Toftum seinnapartssendingina hjá Rás2.
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra og síggja eina kykmynd, sum praktikanturin hjá Miðlahúsinum, Árni Laksáfoss Simonsen tók upp av samrøðuni, sum var við Arna Zachariasen og Terja Skibenæs. Rás2 sendi úr Býráðssalinum í Runavík: http://www.youtube.com/watch?v=yN0TV-aXgtQ