Týr eru á alskyns topplistum

Tungmálmsmiðlar standa í bíðirøð fyri at skýra Valkyrju hjá Týr, millum bestu útgávurnar í 2013.

Tungmálmsmiðlar standa í bíðirøð fyri at skýra Valkyrju hjá Týr, millum bestu útgávurnar í 2013. Herfyri var tað heimsins størsti alnethandil Amazon, ið valdi at hava Týr á sínum lista yvir bestu útgávur í fjør.

Men altnetið er á tremur við hálovan av útgávuni, Eitt nú velur sputnikmusic.com útgávuna, sum ársins allar bestu.

Metal Injection, E.V.’s Underground, Metal Obsession, Metal Mouth, Rock and Metal Newz hava øll Týr á sínum listum. Á listanum hjá Rock and Metal Newz er Týr á 3. plássi beint frammanfyri útgávuna hjá Korn og aftan fyri einans Black Sabbath og Killswitch.

Verturin sigur m.a.:

- Hetta er ein frálík útgáva! Blood of Heroes, Mare of My Night, The Lay of our Love, Nation, Another Fallen Brother, alt frálíkt, løgini eru beint fram, men frálík og røddirnar eru ótrúligar (…) Hetta er uttan samanbering ársins størsta yvirraskilsi fyri meg (…) Eg elskaði útgávuna.

Góð skoðsmál til Týr, og spennandi verður at fylgja við, hvussu tað fer at ganga Týr í 2014 har m.a. konsertferð í Suður, Mið- og Norður Amerika er á skránni.