Týr á konsert í Hovi

Leygarkvøldið 16. mai, verður kvæðarockur í Hovi sum aldrin áður

Mitt í mai mánað skipa hovbingar á triðja sinni fyri víkingadøgum í bygdini.

 

Eitt tað mest forkunnuga á hesum tiltakinum er, at leygarkvøldið 16, mai, fer fremstu, føroyski rockbólkurin, Týr, at hava konsert í Hovi.

 

Tað eru nógv ár síðani, at fóru at gera vart við seg við sínum sermerkta kvæðarocki og síðani hava teir ferðast víða um við sínum eyðkenda rocktónleiki.

 

Konsertin í Hovi er ein stuðulskonsert, har allur peningurin, sum kemur inn, fer til ætlanin hjá hovbingum at byggja Føroya fyrsta víkingaskip, sum tey siga, skal vera ogn hjá øllum føroyingum.

 

Á víkingadøgunum, sum verða hósdagin, 14. mai, fríggjadagin, 15. mai, leygardagin, 16. og sunnudagin, 17. mai, verður annars mangt og hvat á skránni, bæði vápnaleikur, víkingamarknaður og mangt annað.

 

Trýst á pílin í youtube brotinum omanfyri greinina, og fá ein forsmakk upp á týr, her spæla teir eitt av sínum kendu løgum, Hold The Heathen Hammer High