Týr eru í løtuni á konsertferð í Amerika, men eisini á okkara leiðum gera teir um seg. Lagið "The Lay Of Our Love", liggur á einum fimta plássi á listanum Chartbase.dk.
Chartbase er ein listi har áhoyrarar nominera og atkvøða fyri løgum, her er eitt gott bland av stórum hittum, og løgum, ið fólk halda skulu gerast hitt. Á síðuni breggjar Chartbase sær av, at vera tann størsti óhefti hittlistin í Danmark.
"The Lay Of Our Love", er onnur stakfløgan hjá Týr av Valkyrjufløguni, ið bólkurin vann 3 heiðurslønir á FMA fyri.
Týr eiga tó ikki einasta føroyska lagið á listanum, eisini Danny and the Veetos eru at finna á einum 41. plássi. Við lagnum "I am afraid"