Typist týskarar

Hesi vóru orðini hjá Alex Ferguson, eftir at Manchester United hevði tapt samanlagt fyri Bayern München í Champions League mikukvøldið. Tað vóru tó ikki evnini hjá týskarum til altíð at vinna til síðst, ið hann viðmerkti, men hann var óður um, at Bayern-spælararnir løgdu trýst á dómaran, so Rafael fekk seinna gula kortið

Champions League: At Alex Ferguson dugir illa at tapa, prógvaði hann aftur mikukvøldið. Eftir samanlagda tapið fyri Bayern München í fjórðingsfinaluni í Champions League, skuldi onkur fáa skyldiuna. Hesa ferð varð tað tann »typiski týskarin«, ið fekk skyldina.
Báðir venjararnir vóru samdir um, at avgerandi løtan í dystinum var útvísingin hjá unga brasiliska høgra bakkinum, Rafael da Silva, men so vóru teir heldur ikki samdir um meira.
– Teir høvdu ongan møguleika fyri at koma víðari, meðan vit vóru 11 á vøllinum. Vit høvdu ongar trupuleikar av teimum tá, segði venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, eftir dystin.
Venjarin hjá Bayern München, Louis van Gaal, var tó ikki heilt samdur.
– Hvørki eg ella Ferguson koma nakrantíð at finna útav, um Manchester United hevði vunnið við 11 monnum, tí hesin dysturin verður aldrin spældur umaftur. Eg eri ósamdur við útmeldingarnar hjá Sir Alex, segði Louis van Gaal.

Hálvur Rooney
Rafael fekk sítt seinna gula kort, tá hann helt ov fast í franska vonginum, Franck Ribery. Rafael var alt fyri eitt greiður yvir, at hann hevði sett viðspælararnar í eina torføra støðu, og við boygdum høvdið gekk hann longu leiðina av vøllinum, meðan áskoðararnir á Old Trafford klappaðu fyri honum.
– Rafael vísti, at hann er eitt sindur óroyndur, men spælararnir hjá Bayern fingu hann útvístan. Teir tvísporaðu yvir til dómaran eftir frísparkið. Typiskt týskarar, segði ein illi Manchester United-venjarin.
Hann hevði goymt eitt ess í ermuni til dystin, tí Wayne Rooney, ið gjørdist skaddur í fyrra dystinum í München, varð við frá byrjan. Rooney gjørdi eitt sindur um seg at byrja við, men sum tíðin gekk, sást, at Rooney hevði trupulleikar við fótinum. Spurdur, um hann helt, at spælararnir hjá Bayern við vilja royndu at skaða fótin hjá Roony, svaraði Sir Alex soleiðis:
– Eg haldi tað var týðiligt. Har vóru nakrar taklingar, men tað høvdu vit væntað. Hatta skuldi dómarin havt tikið sær av, segði skotin, ið týðiliga hevði trupult við at handfara tann veruleika, at Manchester United tapti og er úti av Champions League hesa ferð.