Jón Nielsen, miðverji hjá 07 Vestur, var hugtungur eftir enn eitt tap í yvirtíðini: – Hetta er typiskt fyri okkum í ár, at vit missa stig burtur í yvirtíðini. Vit hava ikki marginalarnar við okkum, sum onnur lið hava, helt hann fyri.
Sjálvur harmaðist Jón Nielsen mest um, at tað ikki eydnaðist honum at beina bóltin burtur, sum Arnbjørn Hansen vann frá honum í yvirtíðini og setti í netið. Eisini ilskaðist hann eitt sindur inn á, at tað ikki eydnaðist teimum at skapa meiri frameftir vøllinum.
– Tað átti ikki at verið so, at ein maður skal hava so stóran týdning, men vit saknaðu Jens Erik Rasmussen í dag, segði hann.










