Hondbóltur
Tað er helst sagt alt ov ofta í ár, at eitt lið er úti av oddastríðnum, uttan at tað so kortini hevur verið tað. Neistin, VÍF og StÍF hava øll trý verið dømd »over and out« í fleiri umførum, men hvørja ferð hava tey kortini megnað at vent gongdini. Fyrst og fremst við at vinna egnar dystir, men samstundis við at Kyndil hevur sett stig til, soleiðis at teir ikki hava megnað at skrætt seg veruliga leysar.
Armbandið skal av
Tí er støðan framvegis ? nú bara fýra umfør eru eftir ? at øll hesi fýra liðini hava ein veruligan møguleika at vinna gullmerkini, og enntá er tað soleiðis, at tað bert eru strandingar, sum ikki heilt sjálvir kunnu gera av, hvussu lagnan verður.
Tí eru teir sjálvandi eisini liðið, sum ringast tolir nakrar stigamiss seinastu umførini, og fyrsta royndin hjá teimum verður nú sunnudagin, tá teir vitja hjá Neistanum. Júst eftir dystin móti Neistanum herfyri varð sagt, at meistaraheitið endaði í Havn, men tað hava hvørki strandingar ella vestmenningar verið samdir í síðani, samstundis sum bæði Neistin og Kyndil hava gjørt sítt til, at spenningurin á ongan hátt er horvin.
Og hjá Neistanum er tað nú eisini álvara. Seinasta vikuskiftið høvdu teir møguleikan at vinna seg fram um Kyndil við betri málmuni, men teir taptu greitt fyri kollfirðingum, og nú eru ráðini so ikki til fleiri svipsarar av hasum slagnum. Sambært liðskiparanum hjá Neistanum, so vóru ov nógvir blindir passasjerar við á teirri ferðini, og so er spurningurin, hvørt prikkutu armbondini eru tikin av hesaferð.
Vaknar Kyndil
Eisini í Kyndli er spenningurin stórur undan vikuskiftinum. Mikudagin varð staðfest, at liðið seinastu fýra umførini skal hava nýtt venjarapar, og so er spurningurin, hvat hesir megna at tilføra liðnum.
Roknast kann við, at tað serliga er á sálarliga økinum, at nøkur broyting kann fremjast, og tá H71 er mótstøðuliðið, er einki at ivast í, at tað júst er hetta, sum arbeiðast skal við.
Á pappírinum er nevnliga eingin sum helst ivi um, at Kyndilsliðið er væl betri enn tað, hjá hoyvíkingunum, men kortini hevur H71 fleiri ferðir í ár ikki bara arga, men veruliga gjørt fortreð við Kyndil. Tað hava teir grønu kanska framvegis ráð til, men tað betrar so ikki um útgangsstøðið, og tí er einki at ivast í, at teir nú fara eftir sigrinum, og at tað hesaferð er meira álvari í royndunum, enn tað áður hevur verið.
Seinasti dysturin er í Hoyvíkarhøllini, har VÍF vitjar KÍF. Vestmenningar hava veruliga fingið ferð á seinastu umførini, og teir fara uttan iva at leggja seg eftir fimta sigrinum á rað, áðrenn teir í nevndu raðfylgjuni skulu takast við Neistin, StÍF og Kyndil.










