Tyngstu byrðarnar síðani kreppuna

At fáa búskapin aftur á beint er fremsta avbjóðingin hjá nýggja landsstýrinum, og at standa á odda fyri hesum er nýggi fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen.

- Hetta verður í hvussu er ein stór avbjóðing, og eg eri spentur at fara í gongd við hana. Eg vóni eisini, at tað fer at ganga væl. Vit hava eina avbjóðing í at fáa hallið á fíggjarlógini burtur, og hátturin vir hava valt at gera tað upp á er at vísa afturhald í almennum útreiðslum, men samstundis at fremja ein politikk, sum skapar vøkstur í samfelagnum, sigur Jørgen Niclasen.

Og tann vøksturin skal skatta-, fiskivinnu- og vinnupolitikkurin syrgja fyri.

- Vit hava gjørt ein politikk, sum kann føra okkum fram til málið, nevniliga at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina, sigur Jørgen Niclasen.

Fólkaflokkurin fór til val upp á at fáa sett eina flatskattaskipan í verk, og tað hevur flokkurin fingið við í samgonguskjalið. Nú verður tað so eisini formaður floksins, sum skal umsita skattamál.

- Tað er sjálvandi nøktandi, at fáa flatskattaskipanina við í samgonguskjalið. Tað var hetta, sum flokkurin bjóðaði veljarunum, og sum veljarin eisini tók undir við. At vit nú fáa uppgávuna at gjøgnumføra hann, ger tað jú bara meira spennandi, sigur Jørgen Niclasen.

Og farið verður undir uppgávuna beinanvegin.

- Vit hava sett okkum sum mál at klára uppgávuna longu nú til 1. januar, og longu fyrsta arbeiðsdagin fara vit at hyggja at teknisku møguleikunum at fáa framt hesa broytingina, um tað ber til at klára tað áðrenn 1. januar, sigur Jørgen Niclasen.

Men málið er púra greitt at klára tað til ásetta tíð.

Eitt annað mál, sum er tengt at skattauppskotinum í ein mun, er málið um endurgjald fyri skattin, sum føroyskir útisiglarar, sum sigla undir DIS, rinda. Hetta skal fíggjarmálaráðharrin samráðast við donsku stjórnina um.

- Eg tori illa at siga nakað um einar samráðingar, áðrenn tær byrja, men í hvussu er er talan um mistar skattainntøkur, sum danska stjórnin hevur gjørt av skal fara til onnur. Tí halda vit tað vera rímiligt, at danska stjórnin letur okkum fáa í hvussu er ein part av hesum pengum, sum føroyingar í veruleikanum rinda í DIS-skipanini, sigur Jørgen Niclasen.

Sum nýggjur fíggjarmálaráðharri setir Jørgen Niclasen seg sjálvan í miðdepilin, tá tað ræður um at fáa javnvág á fíggjarlogina í 2016.

- Tað verður strævið, og til tíðir kann tað eisini koma ávísur kritikkur, tí hendan tíðin frameftir vil merkja afturhald. Politikarar mugu nú gevast við at brúka fleiri pengar, enn vit hava. Tað gera vit við einum stórum halli, so eg síggi avbjóðingarnar stórar, men samstundis eisini spennandi. Eg vóni, at vit kunnu lyfta í felag, tí hetta verða tyngstu byrðarnar at lyfta síðani kreppuna fyrst í 90-árunum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.