Tað er ikki løgið, um føroyingar eru tyngdir av vetrartygd, tí meira tyngjandi vetur enn tann í Føroyum skal mann leita leingi eftir. Og hetta hevur verið ein strævin tíð – hetta umfarið av myrku tíðini.
Veturin tørnaði til í november mánaði í fjør, og nú sjey mánaðir seinni hava vit framvegis ikki ryst treiska veturin av okkum. Hesir seinastu dagarnar hava verið heldur frægari, sólin hevur kagað fram, og onkra løtu hava vit møguliga verið nánd av tveysiffraðum hitastigum, sigst.
Men tað hevur eisini verið kavi í luftini. Flykrur, heglingur og kavi langt oman í fjøllini er lítið hugaligt at uppliva, tá ið vit eru komin væl út í mai.
Danskarar syngja Kom, maj, du søde milde! og Tummas Napoelon Djurhuus skrivað um undurfagra mai. Og ja, tað er framvegis møguleiki fyri góðum veðri og hita í hesum mánaðinum, men tað var lítið hugaligt at byrja mai – sum fram um alt annað skuldi umboða deiligu vártíðina – við kavaroki og kuldastigum.
Men er veturin treiskur, kunnu vit bert gera eitt. Og tað er at svara aftur við meira treiskni, halda út, síggja sólina aftanfyri skýggini og merkja hitan í kuldanum – ella hvussu vit skulu siga tað. Tað verður betri – alt, sum ikki verður verri, verður betri.
Nýggi stjórin á Ferðaráði Føroya segði í samrøðu við Sosialin í vikuni, at føroyska ferðavinnan skal leggja nógv fyri í royndini at longja ferðavinnusesongina – tað vil siga at fáa ferðafólk til Føroya uttan fyri summartíðina. Og tað skuldi í grundini ikki verið nakar trupulleiki. Veðrið er so at siga tað sama í desember, sum tað er í mai, og tað kemur neyvan nakað ferðafólk til Føroya fyri at njóta veðrið. So lat okkum endiliga lokka ferðafólk til Føroya í september og oktober, tí tá sleppa vit undan at umbera okkum fyri veðrið, soleiðis sum vit næstan noyðast her í mai.