Víkingur ****
B36 ***
Bonkurin hevur stóran týdning. Tað er so ofta sagt og endurtikið í fótbólti. Í gjárkvøldið varð tað staðiliga staðfest í Sarpugerði, hvussu stóran týdning útskiftararnir hava.
B36 setti tríggjar ikki serliga royndar spælarar á vøllin, tí royndir menn fóru av vøllinum, orsakað av skaðum. Víkingur setti tríggjar hvíldar menn á vøllin, og felags fyri allar tríggjar var, at teir higartil í ár hava verið millum lyklaspælararnar.
Ikki eitt ilt orð um teir, sum fóru út á beinkin at sita. Men tá Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus og Andreas Lava Olsen komu púra úthvíldir á vøllin og settu trýst á B36-spælararnar, sum høvdu arbeitt nógv og hart, so sigur tað seg sjálvt, at tað sást aftur.
Víkingur næstovast
Víkingur hevði leingi ligið undir, og sum seinni hálvleikur leið, gjørdust álopini støðugt eirindaleysari. Súni Olsen var fínur á miðvøllinum, Finnur Justinussen lúrdi alla tíðina eftir møguleikanum, og í síðunum bjóðaðu bæði Sverri Jacobsen og Hanus Jacobsen seg til í álopsmyndingini.
Tað bar fyri heimaliðið við sær yvirtalsstøður, og tá eitt korter restaði, kom útjavnandi málið, sum leingi hevði hingið í luftini. Sverri Jacobsen tók kjansin og smekkaði til, og bólturin sat í netinum.
Á kropsburðinum sást, at hetta bara var inngangurin. Andreas Lava Olsen breyt ferð eftir ferð ígjøgnum í høgru, og innleggini vóru so mikið vandamikil, at tað bara var ein spurningur um, nær leiðslumálið fór at koma.
Finnur Justinussen skoraði tað, eftir at Tróndur Vatnhamar, sum hevði verið góður aftasti skansi hjá B36, var óheppin, og í yvirtíðini var tað aftur Justinussen-maðurin, sum var fyrstur á, eftir at B36-málverjin ikki hevði megnað at hildið bóltinum.
Sigurin ber við sær, at Víkingur nú er næstovast, og um hugburður og avrik framvegis fara at verða, sum tey vóru hesa ferð, so kann tað gerast heilt spennandi.
Hildu leingi tørn
Tað var leingi gott lag millum trúføstu B36-viðhaldsfólkini, sum høvdu leitað sær norður til Gøtu í gjárkvøldið, hóast tey á vegnum høvdu møtt hvítum ælingum.
Magnus Olsen hevur verið nógv inn og út av liðnum. Hesa ferð hevði hann fingið møguleikan sum sentralur miðvallari, og í 11. minutti takkaði hann fyri álitið. Eftir fínt uppspæl smekkaði hann til, og umvegis eitt mótstøðubein fór bólturin í heimamálið.
Hetta styrkti um fyritreytirnar hjá illa skaðaplágaða B36, sum sammett við síðsta hósdag hevði gjørt fleiri broytingar. Hugburðurin var góður, og tá ið heimaliðið ikki í fyrra hálvleiki megnaði at umseta møguleikar til mál, kendist tað, sum um at sensatiónin lúrdi.
Fyrstu løtuna eftir steðgin eydnaðist at halda tætt, hóast miðvøllurin var kroystur langt aftur, men so var tað, at tað kom til sjóndar, hvussu stórur munurin var í arsenalinum á bonkunum báðum.
Hóast tað ikki hevur hilnast nakað serligt nógvu tær síðstu ferðirnar, so kann tað væl fara at vísa seg, at hugburður og arbeiðssemi, sum B36 vísti fyrsta tíman í Gøtu, aftur kunnu fara at bera úrtøku við sær. Serliga tá skaddu spælararnir eru komnir fyri seg, og bonkurin harvið verður trivaligari!