Tykist sera javnt

VB kann á heimavølli gera støðuna hjá KÍ uppaftur verri, og í Gundadali skal stjørnusetta B36 royna at fáa gongd á kappingina eftir greiða tapið í Gøtu

Løgmanssteypið

Næsta umfarið í bólkaspælinum í kappingini um Løgmanssteypið stendur nú fyri framman. Enn er sjálvandi ov stutt til at siga, hvør er úti og ikki, men úrslitini fyrsta umfarið benda í øllum førum á, at kappingin um at koma víðari kann gerast harðari enn nakrantíð.

KÍ skal við
Fyrsti dysturin í endaspælinum gjørdist ? sum vant ? eitt stórt vónbrot fyri klaksvíkingar. Liðið, sum so smátt tykist hava fingið sær ein óvana við at heilkiksa tíðliga á árinum, mátti á heimavølli leggja rygg til sanna eyðmýking, tá EB/Streymur var á vitjan.
Hetta hevur alt fyri eitt lagt trýst á KÍ, og tí eru teir mest sum noyddir at vinna, nú teir leggja leiðina til Vágs, har flestu lið í landinum hava tað sera trupult.
Á Argjum fekk AB eina hampuliga góða byrjan upp á endaspælið, tó at tað ikki kastaði stig av sær, tá teir á heimavølli høvdu gott tak á VB. Tí er einki at ivast í, at moralurin á Argjamonnum er í topp, nú teir aftur skulu taka ímóti einum liði úr bestu deildini. Á pappírinum átti EB/Streymur kanska eisini at veri ein lættari uppgáva enn VB, men úrslitið úr Klaksvík bendir tó aðrar vegir. Við einum sigri her hevur EB/Streymur eisini møguleiki at gera tað ógvuliga sannlíkt, at teir í øllum førum fara at teljast millum bestu trý?ararnar, so einki er at ivast í, at teir fara eftir sigrinum.

Púrasta opið
Av teimum trimum bólkunum, tykist bólkur tvey í løtuni vera tann, sum er mest opin. Javnleikurin, sum TB fekk í fyrsta umfarinum bendir í øllum førum á, at teir so avgjørt ikki ætla sær at fáa bank frá nøkrum.
Hesa ferð verður tað NSÍ, sum vitjar á Tvøroyri, og tó at runavíkingarnir vístu góðan moral við at stríða seg til stigini móti FS Vágum, so skulu teir avgjørt ikki rokna við, at uppgávan her verður nakað lættari.
Hin dysturin í bólkinum verður á Toftum, har vágamenn vitja. Bæði liðini vóru fyri vónbrotið seinast, men á pappírinum mundi javnleikurin hjá B68 móti TB helst svíða meira, enn tað gjørdi hjá FSV, tá teir mistu í seinastu løtu móti NSÍ. Tað úrslitið bendir tó á, at FS Vágar í ár man vera væl betri fyri, enn tá teir seinast vóru í bestu mansdeildini, og fyri liðið er tað avgjørt eitt slag av styrkisroynd, nú teir tvær reisur innan eina viku vitja í Eysturoynni.

Grannauppgerð í Havn
Seinsti bólkurin í kappingini er tann, sum longu framman undan varð útnevndur sum sterkasti bólkurin, har trý av teimum vanliga sterku liðunum vóru bólkaði.
Fyrsta umfarið her sýndi fyrst og fremst tveir lutir. Meistararnir úr HB eiga framvegis eitt av sterkastu liðunum í landinum, og tó at Skála ikki gav teimum stórvegis av mótstøðu, so var avrikið í nógvar mátar sera sannførandi.
Hitt var, at B36 ? hóast liðið í ár er nógv styrkt ? enn ikki hevur fingið eina slagsterka eind, sum kann taka dystin upp við tey bestu. Liðið hevur nógvar skaðar í løtuni, men fleiri av teimum, sum vanliga verður roknað nógv av, sýndu ikki nakað stórspæl í Gøtu, og skal talan gerast um annað úrslit sunnudagin, skal hugburðurin helst vera ein heilt annar.
Grannauppgerðin millum bæði havnarliðini verður sunnudagin, men dagin fyri skulu Skála og GÍ takast. Skálamenn vístu í øllum førum ikki nakað sannførandi spæl seinasta vikuskifti, og teir skulu í øllum førum sýna annað spæl hesaferð. Tað mugu gøtumenn kanska eisini gera. Ikki tí at spælið ikki var gott seinast, men helst noyðist liðið nakað longur fram á vøllin hesaferð, tí nú verður í øllum førum roknað við, at teir skulu skapa dystin.