Í gjár var finalan í føroyska partinum av European Business Game hildin á Tekniska Skúla í Klaksvík. European Business Game er ein kapping, har miðnámsskúlanæmingar skulu menna sína egnu fyritøku.
Sambært Íverksetarahúsinum gjørdist gjørdist verkætlanin Chewly vinnarin. Chewly ætlar at framleiða tyggigummi, ið verður nátúrliga niðurbrotið. At reinsa tyggigummi av stólum, borðum og bygningum kostar kommunum milliónir av krónum, og tí hevði eitt tyggigummi, ið náttúran sjálv megnaði at bróta niður, veruliga kunna kollvelt ídnaðin. Í bólkinum aftanfyri Chewly vóru Egi Djurhuus, Erika Svøðstein, Eyðvør Klakstein og Bogi av Vollanum.
Tey skulu nú umboða Føroyar í evropameistarakappingini, ið verður í Kroatia. Níggju bólkar vóru við í kappingini í Føroyum. Hinir bólkarnir vóru Insight, Tidy Boxes, Aling av hummara, Rheum, Splay, Brestisson Whiskey, Krúnan og Decus, skrivar is.fo.