Fótbóltssambandið hevur ikki heimild at flyta leikbann frá U18 deildini til vaksmannafólk. Tí er líkt til, at spælarin, sum spýtti tyggigummi í andlitið á Eiler Rasmussen í U18 dysti fyrr í ár, ikki verður revsaður, hóast hann stendur til at fáa seks dystir leikbann.
Trupulleikin er, at hann nú er ov gamal til at spæla í U18 deildini hjá dreingjum. Fótbóltssambandið hevur ikki loyvið at flyta leikbannið til aðra deild. Enn er óvist akkurát hvussu hetta verður taklað, men FSF legði á eftirmetingarfundi fram uppskot um, at í framtíðini kann óvanliga langt leikbann flytast tvørtur um deild og kappingarár.
Tað var stutt fyri kappingarenda í U18 kappingini hjá deingjum, at ein spælari hjá KÍ gjørdist óður, eftir at hann hevði fingið seinna gula kortið, og spýtti eitt tyggigummi í andlitið á Eiler Rasmussen, sum annars til dagligt dømur í bestu deildini.
KÍ hevur tikið frástøðu frá hendingini. Bæði venjarar og spælarar á U18 liðnum hjá KÍ hava biðið umbering fyri hendingina, sum fór fram í Gundadali í dysti móti B36.