Týdningarmiklari enn ríkisveitingin

Inntøkan frá arbeiðsmegini uttanlands er týdningarmiklari fyri føroyska búskapin enn ríkisveitingin.

Antares, áhugafelagið hjá føroyingum í starvast uttanlands, og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, kallaðu til tíðindafund týsmorgunin.

 

Á skránni stóð ein framløga hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi, um føroysku arbeiðsmegina uttanlands. Magni Laksáfoss og Dennis Holm gjørdu í 2009 kanningina “Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum,” og nú hevur Magni Laksáfoss dagført hesa kanningina, umframt at víðka hana til at umfata allar bólkar av føroyskari arbeiðsmegi, ið starvast í útlondum. Kanningin hevur sum endamál at vísa, hvørjar búskaparligu avleiðingarnar eru av tí inntøku, sum føroyska arbeiðsmegin uttanlands, fær til Føroya.

 

Í kanningini vísir Magni Laksáfoss á, at inntøkan frá arbeiðsmegini uttanlands í ávísan mun kann samanberast við ríkisveitingina. Í báðum førum er talan um eina inntøku, sum er skapt í útlandinum, men sum hevur ávirkan á føroyska búskapin.

 

Magni Laksáfoss vísir á, at meðan ríkisveitingin í 1999 svaraði til um 37 prosent av BFI, sum er at líkna við BTÚ, svaraði arbeiðsmegin uttanlands til góð 16 prosent. Ríkisveitingin hevur havt minkandi týdning fyri búskapin seinnu árini, serliga við tað, at hon hevur staðið í stað, meðan aðrar inntøkur eru øktar. Inntøkan frá fólki, ið arbeiðir uttanlands, er haraftur ímóti voksin heilt nógv, og í 2011 fóru inntøkurnar av arbeiðsmegini uttanlands upp um ríkisveitingina í týdningi fyri føroyska samfelagið. Arbeiðsmegin uttanlands svaraði í 2012 til 21 prosent, meðan ríkisveitingin svaraði til 19 prosent av BFI.

 

Sum sagt starvast um 2.500 føroyingar uttanlands, ella umleið 10% av føroysku arbeiðsmegini. Kanningin hjá Magna Laksáfoss vísir, at hesi 2.500 persónarnir standa fyri umleið 18 prosentum av samlaðu almennu inntøkunum av skatti og avgjøldum.  Mett verður, at samlaðu almennu inntøkurnar í 2012, sum stavaðu beinleiðis og óbeinleiðis frá fólki, ið arbeiddu uttanlands, eru 1,1 millliard krónur, ella stívliga játtanin til Landssjúkrahúsið.

 

Les meiri um kanningina í Sosialinum mikudagin og í Vikuskiftissosialinum