Týdningarmikil motorvegur fór í knús

CNN veit at siga, at konstruktiónin á motorvegnum helt ikki til nógva hitan, sum stóðst av ógvusliga eldinum eftir eina spreinging.

Ein spreinging og síðan ógvusligur eldur í einum tangabili hevur elvt til stórar oyðileggingar á einum motorvegi í Pennsylvania í USA.

 

Ferðsluruðulleiki valdar í økinum.

 

Tað er tíðindastovan CNN, sum ber hesi tíðindi í kvøld. Hendingin fór fram á motorvegnum, sum verður róptur Interstate 95 í Philadelfia í Pennsylvania.

 

CNN veit at siga, at konstruktiónin á motorvegnum helt ikki til nógva hitan, sum stóðst av ógvusliga eldinum eftir spreingingina.

 

Sagt verður, at eingin fekk skaða, men hendingin rakar ein týdningarmiklan høvuðsveg á eysturstrondini á USA.

 

Tíðindastovan Reuters veit at siga, at umboðsfólk hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, hava verið í samband við myndugleikarnar í økinum.

 

- Tey hava skift orð við guvernørin í Pennsylvania, Josh Shapiro og borgarstjóran, Jim Kenney, og Biden-umsitingin hevur bjóðað sær at hjálpa, veit Reuters at siga.