Týdningarmikið at kunna um Holocaust

Róland í Skorini, lektari í religión og fronskum leggur dent á, at vit eiga ikki at tiga burtur fólkamorð

Í samband við altjóða holocaustdagin í dag var ein samrøða við Róland í Skorini, lektara í religión og í fronskum á Rás2.

 

Í samrøðuni var nomið við hvussu fólkamorð verður definerað, og hvørji fólkamorð eru framd kring heimin, síðani 1904. Róland í Skorini leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at vit ikki tiga burtur ræðuleikarnar, men heldur kunna og upplýsa um fólkamorðini, sum hava skemmað heimssøguna.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna við Róland í Skorini.