TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við trýfalda málskjúttan hjá NSÍ, Pól Johannus Justinussen, aftaná 4-1 heimasigurin hjá NSÍ ímóti KÍ við Løkin í Runavík.
Pól Johannus er fyrst og fremst ein maður fyri liði, og ger ikki nógvan háva burturúr, at tað var júst hann, sum skeyt trý mál í dag. Hann er bara glaður fyri, at NSÍ helt annað plássið i dag, tí Víkingur eltir teir. Nú vil Pól Johannus hava silvurið heim, men hann ásannar, at ein torførur dystur bíðar í seinasta umfarinum á útivølli á Argjum.