63 milliónir krónur í pensjónsveitingum vórðu í síðstu viku útgoldnar ígjøgnum nýggju talgildu skipanina hjá Almannaverkinum.
- Við hesum er ein týðandi varði í arbeiðinum, at talgilda umsitingina hjá Almannaverkinum, rokkin, skrivar Almannamálaráðið í tíðindaskrivi.
Nýggja skipanin er smíðað til Almannaverkið og hevur til endamáls at savna alt virksemið hjá Almannaverkinum í eina nútímans skipan, har dentur verður lagdur á rættartrygd, einsháttaða viðgerð av borgarum og á sjálvvirkan.
Arbeiðið at talgilda Almannaverkið byrjaði í 2008. Umsitingin av barnagjaldinum varð talgild í 2010, umsitingin av dagpengum varð talgild í 2011 og nú verður alt pensjónsøkið umsitið talgilt í Almannverkinum. Í 2015 er ætlanin, at umsitingin av forsorgarøkinum eisini verður talgild.
Nýggja talgilda skipanin hjá Almannaverkinum tryggjar fyrst og fremst starvsfólkunum eitt betri arbeiðsamboð, soleiðis at málsviðgerðin verður bæði lættari og tryggari. Fyri viðskiftafólkini hjá Almannaverkinum kemur nýggja skipanin at merkjast sum betri tænasta.