Týðandi dystur fyri Ungarn

Skal Ungarn beinleiðis til EM endaspælið komandi summar, mugu teir vinna við fleiri málum móti Føroyum

Føroyar spæla í kvøld undankappingardyst móti Ungarn í Budapest. Føroyar spældu fyri einum ári síðani ímóti Ungarn á Tórsvølli, tá Ungarn vann tepurt 1-0. Tann dystin høvdu føroysku leikararnir betri uppiborið, tí stóran part av dystinum høvdu føroysku leikararnir Ungarn á knøunum.

 

Dysturin í kvøld kemur væntandi ikki at líkjast dystinum sum var fyri einum ári síðani. Ungarn kemur at leggja munandi meira fyri, og fer at vera bæði málsøkjandi og ágrýtið.

 

Ungarn dystast nevniliga ovarliga í bólki F, har teir stríðast ímóti Rumenia um at fáa annað plássið í bólkinum. Undan dystinum er Rumenia trý stig frammanfyri Ungarn, umframt at Rumenia hevur fýra mál betri málúrtøku enn Ungarn.

 

Í Ungarn vóna tey tó, at Rumenia snávar heimadystin móti Finnlandi í kvøld, meðan Ungarn vinnur við meira enn einum málið móti Føroyum.

 

Tá eru sannlíkindini stór fyri, at Ungarn kann yvirhála Rumenia á øðrum plássið.

 

Um Ungarn endar á triðja plássi, eru útlit eisini fyri at Ungarn kann spæla seg til EM endaspælið komandi summar. Ungarn er í løtuni er á øðrum plássið millum bestu trýararnar, har teir eru í hølunum á Ukraina.

 

Tí er lítið at ivast í, at Ungarn kemur at leggja nógv fyri at fáa ein sigur og fleiri mál móti Føroyum í kvøld. Men klára føroyingar at spæla upp til sítt besta, vita vit øll, at vit saktans kunnu geva Ungarn skarpan gang.

 

Dysturin millum Føroyar og Ungarn byrjar í kvøld klokkan 19:45.

 

Støðan í bólki F:

1.     Norður Írlandi        8 dystir – 17 stig

2.     Rumenia                8 dystir – 16 stig

3.     Ungarn                  8 dystir – 13 stig

4.     Finnland                8 dystir – 10 stig

5.     Føroyar                  8 dystir – 6 stig

6.     Grikkaland             8 dystir – 3 stig

 

Støðan millum bestu trýarar í bólkunum undan dagsins dystum:

1.     Ukraina                  7 dystir – 13 stig (Eittarin spælir seg beinleiðis til EM endaspælið)

2.     Ungarn                   7 dystir – 12 stig

3.     Kroatia                   7 dystir – 11 stig (Málmun +9)

4.     Albania                   6 dystir – 11 stig (Málmun +5)

5.     Írland                     6 dystir – 9 stig (Málmun +2)

6.     Svøríki                    7 dystir – 9 stig (Málmun 0)

7.     Slovenia                  7 dystir – 9 stig (Málmun -1)

8.     Ísrael                      6 dystir – 7 stig (Málmun -2)

9.     Albania                    6 dystir – 6 stig