Two Weeks Notice

Filmsummæli

Um tú ikki vilt síggja eina romantiska komediu, so skalt tú ikki fara at hyggja eftir »Two Weeks Notice«.
Filmurin er ein romantisk komedia, so tað baskar ? ikki so nógv nýtt í tí, men í eini samanseting av Hugh Grant og Sandra Bullock er lagt upp til nakað serligt.
Grant er júst sum hann eigur at vera: ríkur og sjarmerandi, hvørt meira enn annað. George Wade, sum Hug Grant eitur í filminum, eigur saman við beiggja sinum, Wade Corporation. Eitt felag, sum hevur til endamáls at forvinna pening. Beiggi George, Howard, er heilin aftanfyri felagið, meðan George er andlitið úteftir. Hann er sjarmerandi og vakur, og harafturat, dugir hann tað sindrið hann skal: vera á bíløtum og halda talur.
Lucy Kelson er júst tað øvugta. Hon er ein mótstandari av nógvum av arbeiðnum Wade brøðurnir gera. Hon er ung, vøkur, útbúgving sakførari á Harvard og arbeiðir á rættarhjálpini. Lucy hevur mál og mið, og hvat hon gongur inn fyri.
George fær til uppgávu at seta ein sakførara í starv, sum hevur prógv antin frá Yale ella Harvard, og tað varð straks verri, tí George hevur nevniliga hug at lata tey ytru virðini koma framum nakað annað.
George hittir av tilvild Lucy, sum jú livir upp til strongu krøvini. Trupulleikin er bara tann, at Lucy als ikki er áhugað í at arbeiða fyri Wade Corporation og George. Hon er í veruleikanum í holt við at forða felagnum í at ríva ein gamlan íbúðarbygning niður, so pláss verður fyri eigaraíbúðum.
Tá George lovar henni, at íbúðarbygningurin verður standandi, og at um hon velur at arbeiða fyri Wade, so gerst hon stjóri fyri vælgerðarfelagnum hjá teimum.
Hetta kann Lucy ikki siga nei til, men tð hon ikki visti av var, at arbeiðið var ikki bara at vera sjefadvokatur. Nei, tað inniheldur eisini at klára hjúnarskilnaðin hjá George, at velja honum klæðir, at tosa í telefon við hann mitt um náttina, at velja honum brævpappír og annað fjas, ið onki hevur við sakføraraarbeiði at gera. Skjótt gerst tað ov nógv og Lucy sigur upp ? við 14 daga ávaring.
George, sum nú er vorðin avhengigur av Lucy, vil treyðugt lata hana fara, men at enda játtar hann, men Lucy skal finna sín egna avloysara áðrenn hon fer. Unga, vakra og ambitiøsa June fær starvið, og tað vísir seg skjótt, at tað er ikki bar astarvið hon vildi hava. George er hennara næsta mál.
Alt skuldi nú verið í lagi, og Lucy kann byrja aftur við sínum egna arbeiði á Rættarhjálpini.
Men man okkurt ikki vera, sum býr undir øllum tí, sum hon og George hava havt til felags seinasta árið? Men so er spurningurin bara um tað er ov seint.
Hugh Grant og Sandra Bullock rigga væl í leiklutunum sum George og Lucy. Hetta er ongin djúpur filmur, sum gevur tær nakað at hugsa um, men tú sært Hugh og Sandru í sínum rætta elementi.
So um tú hevur hug at flenna, so er at fara at hyggja eftir »Two Weeks Notice«, tí látur er heilt vist á skránni.