Twitter vil hava tíðindarás

Sosiali miðilin Twitter vil nú hava sína egnu tíðindarás, sum skal geva brúkarunum tíðindi alt døgnið.

Ætlanin er at gera samstarv við tíðindarisan Bloomberg um innihaldið í tíðindatænastuni.

Hugskotið við tíðindunum er styrkja Twitter í kappingini við Google og Facebook, sum fáa stórar inntøkur frá sjónvarpslýsingum. Nú vil Twitter vinna sín part av hesum marknaði.

Fyrstu tíðindi skulu ætlandi sendast á Twitter í heyst, og sambært BBC verða tíðindini skræddarseymað til mobilar tøknieindir.