Sosiali miðilin Twitter hevur meira enn eina hálva milliard brúkarar, og eitt av eyðkennunum við Twitter er, at tað ber í mesta lagi til at skriva 140 tekn í einari dagføring. Twitter snýr seg um stutt og skjót boð á einum sosialum neti.
Nú umhugsar Twitter at geva fólk til at skriva longri tekst. Hugskotið er, at fólk kunnu skriva upp í 10.000 tekn í einari Twitter-dagføring. Sum áður skulu bert 140 tekn síggjast, men so skal bera til at trýsta á ein knøtt og síggja restina av boðunum, um fólk hava hug til tað.
Frammanundan hevur Twitter longt longdina á privatum boðum upp í 10.000 tekn, og nú er ætlanin at skapa møguleikar fyri longri dagføringum. Hetta skal gerast fyri at fáa gongd á forrætningina aftur, eftir at Twitter hevði eitt vánaligt ár í 2015.
Móttøkan av boðunum er ikki góð allastaðni, og ein Twitter brúkari skrivar heldur speiskliga:
- 140 eru als ikki nóg mikið til at greiða frá mínari vreiði um, at Twitter vil loyva 10.000 teknum.