Framyvir verður tað ikki longur møguligt hjá politikarum, politiskum flokkum og øðrum við politiskum áhugamálum at lýsa á sosiala miðlinum Twitter.
Í kvøld boðar Twitter nevniliga frá, at tey frá næsta mánað av útiloka allar politiskar lýsingar á sínum miðlum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
- Vit hava tikið avgerð um, at steðga allar politiskar lýsingar á Twitter um allan heim. Vit halda, at hvussu langt ein politiskur boðskapur ferðast er ikki nakað, ið skal keypast, men skal vinnast, skrivar Jack Dorsey, stjóri í Twitter, á sosiala miðlinum.
Sosialir miðlar sum Twitter, Facebook og Instagram hava seinastu árini verið fyri hørðum atfinningum, tí mett verður, at tey hava ein óhepnan leiklut og ávirkan á valúrslit, tá tey ikki gera meira fyri at steðga lýsingum við følskum og skeivum upplýsing.
Facebook hevur lovað batar, men hevur Twitter nú tikið eitt munandi meira víðgongt stig enn kappingarneytin.

Twitter útilokar politiskar lýsingar

