Í innganginum til henda tekst eru júst 140 tekin, sum er markið fyri, hvussu nógv tú sleppur at skriva í tína støðu ella status á Twitter, sum er einasta funktiónin hjá sosiala netverkinum, ið vinnur alsamt størri frama á netinum.
Tað hevur við sær, at málsligi framburðurin kanska ikki fylgir Hammershaimb, men hetta tryggjar, at tú gert tær ómak at greiða stutt og greitt frá, hvat tú hugsar um ella gert beint nú.
Sambært Poltiken er tað júst hetta, ið ger, at Twitter hevur so stóra undirtøku.
Sambært Lisbeth Klastrup, sum er lektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, kann orsøkin til, at Twitter vinnur so stóran frama, vera, at tú ikki fært at vita, hvørji spurnabløð fólk hava svarað og hvønn onkur er vorðin vinur við. Tað eru so fáir – men beinraknir – upplýsingar, sum koma, og tí vinnur Twitter frama.
Twitter hevur sítt pláss á netinum, men tað er serliga í samband við fartelefonirnar, at Twitter veruliga kemur til sín rætt.
140 tekin er líka langt sum eini smsboð, og tí er bæði skjótt og lætt at greiða frá onkrum á telefonini, sum eftir hetta verður lagt beinleiðis á netið.
Skjótastu tíðindini
Fleiri dømi eru um, at Twitter hevur verið skjótari við upplýsingum enn vanligu miðlarnar. Hetta hendi til dømis, tá ein ungur maður byrjaði at skjóta í Virginia Tech skúlanum í USA. Tá vóru boðini komin inn á Twitter, áðrenn nakar vanligur miðil var á staðnum.
Eisini tá eitt flogfar datt niður í Hudson River í februarmánaði vóru myndir komnar á Twitpic, sum er ein av møguleikunum á Twitter, áðrenn nakar annar hevði myndir av undrinum, tá flogskiparin bjargaði øllum umborð.
Størri enn teldubrøv
Sambært kanningum, sum Telegraph.co.uk hevur fingið fólk at gera fyri seg, vísir tað seg, at tá talan er um annað enn arbeiði, so verða sosial netverk sum Twitter og Facebook nýtt meira enn vanligir teldupostar.
- Fyri tveimum árum síðani hevði hetta ikki komið fyri, staðfestir Alex Burmeister frá felagnum, Nielsen Online, sum gjørdi kanningina fyri Telegraph.co.uk
Fáir føroyingar
Líkt er til, at tað enn ikki eru so nógvir føroyingar á Twitter, men hetta kunnu vit ikki vita við vissu, tí telefyritøkurnar mugu hava eina rættaravgerð fyri at kanna, hvussu nógv vitja eina heimasíðu, og tað, men kenna vit føroyingar rætt, so verður ikki leingi til vit fáa at vita á Twitter, hvat fólk fara at eta nú, hvørji tilboð ein fyritøka hevur og at tað regnar í Vágsbotni.
Twitter
Í Ensk-Føroysku orðabókini frá Sprotanum finna vit orðið twitter.
1. Láta
2. Gnísta, sussa
3. Fjáltra, vera fjálturstungin, vera ráðaleysur; nøtra, piprast
www.twitter.com
Twitter varð gjørt í 2006 í býnum San Fransisco í USA.
Mett verður, at tað eru millum fýra og fimm milliónir brúkarar á heimasíðuni. Mett verður somuleiðis, at Twitter er triðstørsta sosiala netverk á netinum. Bara Myspace og Facebook eru frammanfyri.