Twisted Sister: Sannar legendur

Tónleikur Ein tann mest týðandi heavy rock-bólkurin yvirhøvur stendur fyri ársins rockbraki á Summarfestivalinum. Vit hittum sum We’re not gonna take it og I wanna Rock telist Twisted Sister millum teir størstu í søguni hjá harða rockinum

Jákup Mørk

– Twisted Sister hevur gjørt nøkur av størstu rock­hitt­unum­, sum nakrantíð eru skrivað. Hetta er upp­runa­rock­ur spældur av einum bólki, sum framvegis er í sera góðum formi, sigur Erik Biskopstø, ein av fyri­reik­ar­unum av Summar Festi­val­i­num, nú teir gera greitt, hvør skal standa fyri ársins rock-braki á Vágsbøi.
Og lítil ivi er um, at talan verð­ur um eitt brak. Eitt brak, sum fær Scorpions og DAD at minna mest um eina pop-konsert.
Twisted Sister var millum all­ar heitastu nøvnini innan heavy-rock í 80’unum. Harði tón­leikurin saman við at kalla grot­eska klædnastílinum, har for­sang­arin var ílætin konufólkaklæðum skapti eitt bland av tónleiki og útsjónd, sum rakti beint í hjartað á MTV-ættarliðnum, sum ikki hevði hug at rætta seg eftir teimum normum, ið annars vóru galdandi fyri etableraða samfelagið.
- Summar Festivalurin vil gera tað gjørligt at uppliva altjóða toppnøvn á
føroyskum palli, og við Twisted Sister kunnu vit enn einaferð bjóða
føroyingum ein legendariskan rockbólk, sum vit fyri bara fáum árum síðani ikki hildu var gjørligt at fáa til Føroya at spæla. Men nú er hetta veruleiki, og hetta verður ein tann størsta rockkonsertin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Erik Biskopstø.

Risar í 80’unum
Hóast bólkurin byrjaði at taka skap í 1972, so var tað ikki fyrr enn í 80’unum, at Jay Jay French, Dee Snyder og hinir í bólkinum veruliga gjørdu um seg.
Fyrsta útgávan, Under the Blade, kom á marknaðin í 1982, og hóast talan enn ikki var um nakað gjøgnumbrot, so vóru tónarnir væl umtóktist í sonevnda undirgrunds-lívinum í Bretlandi. Klædnastílurin var nú eisini vorðin eitt av sereyðkennunum hjá bólkinum, har teir við einum blandi av konufólkaklæðum, leðuri og ketum fluttu seg meira móti heavy metal.
Dee Snider hevði longu størsta hittið hjá bólkinum í skjáttuni. Tað eydnaðist tó ikki at skriva We’re not gonna take it lidnan, áðrenn plátufelagið, Secret Records, fór av knóranum, men tað steðgaði ikki bólkinum. Nýggjur sáttmáli varð skrivaður við Atlantic Records, og tá You Can’t Stop Rock and Roll varð útgivin endaði hendan sum nummar 19 á ensku hitlistunum.

Partur av senatshoyring
Sjónbandaløgini gjørdust nú týðandi partur av marknaðarføringini. Við eyðkenda klædnastílinum, ráa boðskapinum og hørðu tónunum var talan um brand, ið var sum skapt til nýggja miðilin. Sjónbandalagið til You Can’t Stop Rock and Roll breyt flestu av kendu mørkunum, og brádliga taldist bólkurin millum teir heilt stóru.
Konseptið varð ment til fulnar, tá Stay Hungry varð send á marknaðin í 1984. We’re Not Gonna Take it og I Wanna Rock sóust mest sum uttan íhald á skíggjanum. Og sølutølunum bilti einki. Í USA seldi plátan til trídupult platin, og í Canada varð talan um fimm-dupult platin. Boðskapurin var púrasta greitt ein avbjóðing móti etableraða samfelagnum, og hetta dámdu unga ættarliðnum. Í nøkrum førum Verri var við eldra ættarliðnum, sum metti talan vera um uppreistur, og í september í 1985 var Dee Snider millum teirra, sum vórðu avhoyrdir undir senatshoyring, tí hildið varð, at bólkurin við tónleiki sínum eggjaði ungdóminum til at bróta samfelagslógirnar.

Bannaðir á MTV
MTV var tó ikki eydnan, tá Come Out and Play varð send á marknaðin árið eftir. Mett verður í øllum førum, at avgerðin hjá MTV at banna sjónbandinum av Be Cruel to Your School var ein av høvuðsorsøkunum til, at útgávan gjørdist eitt flopp.
Hóast stílurin var tann sami, so fækkaðust fjeppararnir í tali, og fleiri av konsertunum vórðu avlýstar. Størsta hittið av útgávuni var kanska nýggja útsetingin av Leader of the Pack, sum the Shangri La’s annars framførdu í ’63, men útgávan var helst seinasti marknasteinurin hjá bólkinum.
Love is for Suckers kom á marknaðin í 1988, men hóast útgávan hevði sínar fjepparar, so var hon helst meira rock enn heavy, og fyri upprunafjepparar hjá bólkinum var hon eitt stórt stig skeiva vegin. Einasta staðið, har útgávan veruliga hittaði, var í Norðanlondum, og í Noreg varð hon nummar 11 á sølulistanum.

Spæla framvegis
Twisted Sisters fór í søguna, men í 1997 savnaðust limirnir aftur, eftir at teir hvør í sínum lagi høvdu roynt seg við fleiri bólkum.
Konseptið er aftur tað upprunaliga. Klædnastílurin er kanska ikki heilt so óvanligur, sum hann einaferð var, men tónleikurin er trúgvur móti upprunanum. Knallharður rockur, har trummur og guiutar-riff stuðla framúr røddini hjá Dee Snider. Stóru hittini frá gylta tíðarskeiðinum mitt í 80’unum draga framvegis stórar áskoðarafjøldir.
Twisted Sister teljast av álvara millum legendurnar innan harða rockin, og tað verður harður rockur og einki annað, sum teir fara at blása yvir Vágsbø á Summar Festivalinum 2014. Tí er einki undarligt í, at fyriskipararnir eru fegnir, nú teir koma við navninum.
- Vit hava havt onkrar heilt stórar løtur, tá vit hava kunngjørt høvuðsnøvn á Summar Festivalinum, og hetta er ein av teimum, sigur Erik Biskopstø.


--------------------------------

Fakta um Twisted Sister

Limir í bólkinum
Jay Jay French
Eddie Ojeda
Dee Snider
Mark Mendoza
A. J. Pero

Útgávur
1982 Under the Blade
1983 You Can’t Stop Rock ‘n’ Roll
1984 Stay Hungry
1985 Come Out and Play
1987 Love is for Suckers
2004 Still Hungry
2006 Twisted Christmas