Twisted Sister í stórformi

Twisted Sister fáa sera góð ummæli fyri framførsluna á Copenhell

Í ár eru liðin 30 ár, síðani amerikanski rockbólkurin Twisted Sister fekk sítt gjøgnumbrot og skapti síni størstu hitt – We’re Not Gonna Take It og I Wanna Rock.

Bólkurin er framvegis virkin og verður høvuðsnavn á Summar Festivalinum í august.

Hóskvøldið spældi Twisted Sister á stóra pallinum á Copenhell festivalinum, sum er festivalur fyri rocktónleik, og teir fingu av álvara lív í stóru áhoyrarafjøldina. Ummælini av konsertini eru sera góð, og ikki minst verður peikað á, at bólkurin við sangaranum Dee Snider er í stórformi – bæði tá tað kemur til samanspæl og kropsliga orku at framføra.

Donsku ummælararnir siga, at konsertin var ein sonn rockveitsla, og at hvør einasti av teimum mongu áhoyrarunum sang og livdi við til framførsluna – og ikki minst stóru hittini hjá bólkinum.