Fyri góðum tveimum vikum síðani doyði trummuspælarin í amerikanska rockbólkinum Twisted Sister brádliga.
Eftir framførslu við einum øðrum bólki, sum hann eisini spældi við á New York leiðini, doyði AJ Pero í bussinum hjá bólkinum. Skelkurin var stórur, og eftir jarðarferðina hjá trummuspælaranum hava hini limirnir í Twisted Sister tosað um støðuna, og hvat er at gera.
Niðurstøðan, sum júst er kunngjørd á heimasíðuni hjá Twisted Sister, er, at bólkurin fer at halda allar avtalur, sum eru gjørdar um framførslur í ár. Harafturat verða tvær serligar heiðurskonsertir fyri AJ Pero hildnar í USA um nakrar vikur.
Í 2016 fer Twisted Sister at seta punktum fyri 40 árum við konsertframførslum, tá ið teir fara á seinastu konsertferðina. Eftir tað gevst bólkurin at spæla live.
Avloysari fyri AJ Pero á komandi konsertum verður Mike Portnoy, sum áður hevur spælt trummur í eitt nú Dream Theater.
Twisted Sister spældi á Summar Festivalinum í fjør, og tá sat AJ Pero sum vant við trummurnar.