Tað var stúgvandi fult á Vágsbøi, nú fleiri túsund fólk vóru savnaði til rock legendurnar, Twisted Sister.
Tað var væl gjøgnumtonkt, tá ið fyrireikararnar aftanfyri Summarfestivalin avgjørdu at hava eitt tað størsta navnið hósdag, tí fólk í hópatali eru komin norð til Klaksvíkar á festival, og tað er óivað fyri at hoyra stóra rock navnið Twisted Sister, sum spældu í kvøld.
Hóast sólin er farin niður er veðrið av tí allarbesta, og meðan Twisted Sister vóru á pallinum, sást væl at fólk høvdu glett seg til at hoyra framførslu teirra.
Twisted Sister greiddu frá at teir ikki høvdu hoyrt um Føroyar áðrenn teir blivu bidnir um at koma her, og teir vóru heilt ótrúliga glaðir fyri at sleppa at hava eitt so fantastiskt upplivilsi við sær heim aftur. Teir nevndu eisini aftur og aftur hvussu hart og væl føroyingar syngja við.
Tað var ikki til øll løgini, at fólk vóru líka væl við, men meðan kendu hittini, sum 'We're not gonna take it', og 'I wanna rock' rungaðu um allan Vágsbø, hoyrdist væl á fjøldini at tey kendu sangirnar, tí sungið var væl við.