Twisted Sister eisini á CopenHell

Summarfestival aktuellu Twisted Sister eru eisini millum nøvnini á CopenHell tungmálmsfestivalinum í Keypmannahavn í summar.

 

Summarfestival aktuellu Twisted Sister eru eisini millum nøvnini á CopenHell tungmálmsfestivalinum í Keypmannahavn í summar.

CopenHell avdúkar í dag skránna fyri festivalin, ið hevur ensku Iron Maiden sum høvuðsnavn, hóast onnur stór nøvn, so sum Megadeth, Anthrax, Black Label Society og Bad Religion, so er tað Twisted Sister, ið stendur næstovast á plakatini beint undir Iron Maiden. Hetta kundi bent á, at tað ikki einans eru føroyingar, ið gleða seg til at syngja við til  “I Wanna Rock” og “We’re Not Gonna Take It”

CopenHell er í døgunum 11.-13. juni og millum nøvnini eru eisini føroysku Týr.

Síggið alla skránna