Nú kunnu børn í 5. og 6. flokki fara í Margarinfabrikkina fríggjakvøld. Hetta er eitt nýtt tilboð til henda aldursbólkin í Tórshavnar Kommunu.
- Vit hava valt at seta tímarnar millum 17 og 19 hvørt fríggjakvøld av til tey, sum ikki heilt eru børn ei heldur ung, ofta kallað tweens. Hetta tíðarrúmið verður Margarinfabrikkin til Tweenfabrikkin, og vit fara at skipa fyri ymsum tiltøkum, ið hóska til aldursbólkin, sigur Gunn R. Joensen, eitt av starvsfólkunum á Margarinfabrikkini.
- Ætlanin er, at tey kunnu hugna sær við eitt nú at spæla pool, playstation, partners, borðfótbólt og hugna sær saman. Eisini er sjónvarpsstova og ein speglsalur, har dansur og annað er, sigur Gunn R. Joensen og leggur afturat, at ætlanin er at hava spurnarkappingar, tónleikatiltøk og aðrar kappingar.
Nýggja tilboðið byrjaði í dag, men komandi fríggjadag verður eitt serligt hátíðarhald.
- Fríggjadagin 23.nov kl.19.00-22.00 fara vit at hava eitt serligt tween kvøld. Vit fara at hugna okkum við tónleiki, spølum og dansi. Av tí at tiltakið er um kvøldið, verður stongt kl.17.00-19.00, so hølið kann gerast klárt, sigur Gunn R. Joensen frá Margarinfabrikkini.