- Tað er ein stórur tørvur fyri ungum í 5.-7.flokki at hava sítt egna rúm fyri teirra aldursbólk. Eitt rúm har tey kunnu møtast við sínum javnaldrum og práta og hugna sær saman.
Leiðslan á Margarinfabrikkini vísir á, at hetta er ein aldursbólkur, ið ofta dettur burtur ímillum, tá skipað verður fyri øðrum tiltøkum
- Tá ein verður tweenari broytist nógv, ein sær heimin við nýggjum eygum og mennist til ein meira sjálvbjargin og egin persónur. Mann er ikki eitt barn longur ei heldur ein tannáringur, men “in between” - av tí kemur hugtakið tweenari.
Á margarinfabrikkini fara tey nú at hava eitt serstakt tilboð fyri tweenarar fríggjadagar frá klokkan 17:00 til 19:00. Kioskin verður opin, teldurúmið verður ókeypis eins og pool, dart og Playstation. Tað verður tíð til at práta og kjakast um ymiskt sum tey hava uppá hjarta.
- Tað er altíð eitt starvsfólk og eitt ungt hjálparfólk til arbeiðis, tað unga hjálparfólkið er ein, sum hevur verðið limur í Margarinfabrikkini sum barn og ungur. Hetta gevur eitt fantastiskt samskifti millum tweenararnir og starvsfólkatoymi.
- Øll í 5.-7.flokki eru vælkomin til Tween Time, tað er ókeypis og stuttligt, sigur Margarinfabrikkin í tíðindaskrivi.