Tvungin á stovn

Fyri nógvum, nógvum árum síðani, langt áðrenn jarntjaldið fall, frættust dømi eystaneftir um lond, har børn vóru noydd at vera á stovni meginpartin av samdøgrinum. Hetta skuldi eitast at vera gjørt, tí at tey ráðandi ikki høvdu álit á uppalingarevnum foreldranna, og tí betur lá fyri at ávirka børnini, tá ið tey vóru á stovni.

Við fólkaræðisliga hugsunarhátti okkara vóru vit skelkað - er tað ikki rættur foreldranna at velja, um børn teirra skulu á stovn ella verða ansað heima?
Tvangsinstitutionalisering - hetta helt eg hoyra heima í søgubókunum. Men hetta er "tilboðið", sum Tórshavnar Kommuna hevur at geva sínum smáu borgarum, sum skulu í skúla í 1. flokk í Kommunuskúlanum, sambært grein í Sosialinum sjálvan grundlógardagin, 5. juni 2002.
Dagurin hjá einum 6 ára gomlum barni fer at síggja soleiðis út: Frá húsum kl. 7.30 í frítíðarskúla og vera har, til skúlin byrjar kl. 12.45. Frí kl. 16, ganga til hús og vera heima kl. 16.30. Børnum í hesum aldri tørvar einar 10-11 tímar at sova í. Tvs. at 6 ára gamla barnið hevur "frí" 3 tímar um dagin - og í hesum 3 tímunum skal øll samvera við foreldur, systkin og vinfólk fara fram, og barnið skal eta døgurða og kanska gera skúlating.
At lata 6-7 ára gomul børn fyrst vera í frítíðarskúla og síðani í skúla frá kl. 12.45 til 16, "tað er ikki meiri enn næst best", verður formaðurin í mentunarnevnd Tórshavnar Býráð siteraður fyri. Nei, hetta hevur einki við næstbest at gera. Hetta er burtur úr vón og viti. Á kunnandi foreldrafundum fyri foreldrum at børnum í komandi 1. flokkum verður ofta tosað um, hvussu stóran týdning tað hevur, at børnini fáa eina góða skúlabyrjan; her verður grundarlagið lagt fyri einari góðari og sunnari menning gjøgnum skúlaárini osfr. Um nøkur meining skal vera í hesum, so má fyrst og fremst vera hugsað um tørvin hjá teimum yngstu skúlabørnunum, tá ið tað avmarkaða plássið skal býtast millum flokkarnar. Annars er hetta bara tóm orð.
At byrja í skúla er ein stór hending í lívinum hjá barninum; og ómetaliga nógv í restini av barna- og ungdómsárunum er treytað av, at skúlabyrjanin er góð. Tað ber ikki til at lova, at tað verður betur seinni. Barndómurin verður ikki endursendur. Heldur ikki tað avgerandi árið millum 6 og 7 ára aldur. Tað ræður um at gera tað rætta hvørt einasta ár, tí tann menningin, sum barnið fer ígjøgnum á hvørjum aldursstigi, hon kann ikki endurtakast ella útsetast. Tað er ikki sum hjá vaksnum, ið væl kunnu finna seg í ringum korum eina tíð við vitanini um, at tað verður betur næsta ár. Um tað ikki ber til at lata børn í 1. flokki sleppa at ganga í skúla fyrr um dagin enn til kl. 16, so er nógv betur, at tey bíða eitt ár við at fara í skúla.
Plásstrotið í kommunalu skúlunum í Havn kann ikki koma óvart á nakran. Talið á børnum verður skrásett 7 ár undan skúlabyrjan. Longu, tá ið eg fór í skúla í Tórshavnar Kommunuskúla fyri 40 árum síðani, høvdu 1. og 2. flokkur somu skúlastovu. 2. flokkur var í skúla frá kl. 8 til 10. 50, og 1. flokkur frá 10.50 til 11.50, døgurðatími til kl. 12.50 og síðani aftur í skúla til kl. 14.40. Men tá vóru so at siga allar mammur heima.
Nú á døgum arbeiða flestu foreldur uttan fyri heimið. Og sambært uppfatanini hjá skúlamyndugleikunum arbeiða øll foreldur kortini til kl. 16-17; og so kann tað gera tað sama, um børnini byrja dagin við at fara í frítíðarskúla og síðani í skúla til kl. 16, ella øvut. "Skulu tey byrja fyrr á degnum, mugu tey í frítíðarskúla aftur eftir skúlatíð, og tað ber illa til, sigur Hanus Joensen", sambært Sosialin. Sig mær, NÆR HAVA VIT FINGIÐ SKÚLASKYLDU TIL FRÍTÍÐARSKÚLA ?
6-7 ára gomul børn í familjum, har annað foreldrið hevur tíðliga frí, skulu sostatt tvingast til at vera á stovni / í skúla í 8 tímar um dagin (umframt tíð til flutning), tí at nøkur foreldur arbeiða til kl. 16-17. Er nøkur kanning gjørd av, hvussu stórur partur av foreldrunum at yngstu skúlabørnunum arbeiða so leingi? Mínar royndir sum lærari og sum pedagogur - og sum foreldur, ið tosar við onnur foreldur - er, at rættiliga nógv foreldur hava møguleika fyri at leggja arbeiðstíð sína soleiðis til rættis, at tey kunnu koma tíðliga heim, meðan tey hava børn millum 4-5 og 9-10 ár.
Alt annað - skúlatíðin hjá eldri systkjum, barnagarðs-tíðin hjá yngri systkjum - og arbeiðslívið sum heild - er innrættað eftir, at dagurin byrjar kl. 8-9 um morgunin. Tað mátti borið til at latið børnini í 1. flokki havt fyrr frí, helst við at tey vóru í skúla fyrrapart; men eisini hóast tey skulu havt somu skúlastovu sum 2. flokkur, ið heldur ikki er so leingi í skúla. Tá ið tað ber til á Argjum og í Hoyvík, hví ber tað so ikki í Kommunuskúlanum? Fyri børn er stórur munur á at hava frí kl. 14-15 og so kl. 16.
Um tað ikki er pláss fyri 1. flokki í skúlanum, og frítíðarskúlin framvegis bert er eitt tilboð til børn í 1. flokki (og tað er ein heilt onnur søga), hví kunnu lærararnir so ikki bara fara niðan í frítíðarskúlan at halda skúla - fyrrapart, meðan børnini enn eru væl fyri? Aftan á skúlatíð kunnu so tey børnini, sum hava tørv á ansing, verða verandi í frítíðarskúlanum, meðan tey, sum hava nakran at fara heim til, kunnu fáa frí. Hetta er kanska ikki nøkur góð loysn, men tað er ið hvussu er betur enn tað tvungna uppihaldið á stovni / skúla allan dagin, sum Tórshavnar Kommuna bjóðar hesum børnum. Her hava foreldrini ikki møguleikan at velja at hava børnini heima seinnapart.
At forða 6-7 ára gomlum børnum í at hava nakra sum helst frítíð frá mánadegi til fríggjadag er at stjala barndómin frá teimum - og tað ber ikki til at geva teimum hann aftur.