Á býráðsfundi beint fyri ársskiftið avgjørdi Tvøroyar kommuna at seta Bjarni Nygaard í starv til verkætlan um marknaðarføring og kunningarátøk í kommununi. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.
Verkætlanin koyrir í tíðarskeiðnum 1. februar til 31. juli 2015, og hevur til endamáls at fáa til vega kunning um kommununa og fáa hesa út til almenningin. Sambært heimasíðuni er talan um at framleiða kunningartilfar, skriva tíðindaskriv, og at hava møgulig kunnandi tiltøk um hendi.
- Tvøroyrar Býráð vónar við hesum at gera kommununa meira sjónliga, bæði inneftir og úteftir, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.










