Sum tað leið út á kvøldið, so hevur hann øtlað veðrið. Hóast kappróðurin var tveir tímar seinkaður í Sørvági, so er at fegnast um, at alt spældi av skilt á tann hátt, at rógvarar og fyrireikarar eru komin upp á turt í øllum góðum, og at bátarnir eisini eru heilir.
Í kappingini millum 10-mannaførini gav Suðuroyingur Klaksvíkingi ein skarpan gang, og fram ímóti málinum tóktist tað sum um, at Suðuroyingur fór at verða tann drúgvari. Men á síðstu 20-30 metrunum megnaðu klaksvíkingar at svara aftur, og tað gekk akkurát hjá teimum.
At tað grør um gangandi fót í kappróðrinum í Klaksvík sást, tá ið Fípan Fagra við dreingjum í sera tættari kapping kneykaði Drekanum, sum annars hevur vunnið allar róðrarnar aftaná norðoyastevnu, tá ið Royndin Fríða vann.
Vertirnir fyri vestanstevnuni í ár í Sørvági eiga onga manning í kappróðrinum í ár. Í mannfólkakappingunum eru tað miðvingar, sum verja borg í Vágum. Aftur í dag megnaði Beinta at vinna dreingjakappingina í barnaróðrinum. Og hesa ferð var Miðvingur bestur í sera tøttu kappingini millum tey bæði 8-mannaførini – Argjabátin og so Miðvingin.
Sjálvandi kennist tað sum vónbrot í Suðuroy, at tað aftur hesa ferð bara restaði so evarska lítið í, at tað skuldi eydnast 10-mannafarinum hjá teimum at vinna. Men tað var púra óvæntað, at Tvørabáturin í kvøld vann kappingina millum 6-mannaførini við monnum. Tvørabáturin var fremstur, og Sundabáturin við útisetum var næstfremstur.
Merkisvert var tað, at Sølmundur, sum vann á varmakeldu, og sum er á odda í FM kappingini, í kvøld endaði á 8. plássi. Jarnbardur var nummar trý í kvøld, og tað ber við sær, at tað er stór kapping um FM heitið. Sølmundur hevur 32 stig og Jarnbardur 31 stig. Gongurólvur, sum er á triðja plássi við 28 stigum, endaði í kvøld á sjeynda plássi.