- Eins og siðvenja er seinasta dag í árinum, bjóðar Tvøroyrar kommuna saman við Tvøroyrar Nýggjársnevnd øllum til morgunmat.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Her verður sagt, at morgunmatarborðið verður leygarmorgunin, hin 31. desember frá klokkan 10 til 12, og tiltakið verður á Seglloftinum.
Her verður høvið hjá fólki at koma saman til ein góðan morgunmatarbita.
- Ein slíkan dag - við nógvum spennandi á skránni - er upplagt at koma út tíðliga og fáa lagt lunnarnar fyri einum góðum degi og kvøldi.
Tað er Bakaríið hjá Hans Olafi, sum stendur fyri bakstrinum, og Bech Vistveiting stendur fyri borðreiðingini.
- Tað er okkara vón, at fólk møta fjølment til morgunmatin og at øll fáa eina góða uppliving, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.