Í ár eru tað 45 ár síðan Tvøroyrar hornorkestur varð sett á stovn.
Umframt hetta kunnu vit eisini heiðra, at okkara dirigentur, Tróndur Enni, hevur stjórnað orkestrinum í heili 20 ár, skrivar orkestrið á sínum facebook vanga.
Tí ynskja vit at hava eina rimmar Fagnaðarkonsert, sunnudagin 23. apríl kl. 15.00, í stásiliga mentanarhúsinum SALT.
Konsertskráin verður sera fjølbroytt, við øllum frá góðum konsertmarsjum, føroyskum løgum og onkrum popplagi.
Tvøroyrar Hornorkestur er millum virknu hornorkestrini í landinum, og tekur javnan lut, tá orkestrini hittast til stevnur, og orkestrið hevur júst verið uttanlandaferð.
Umframt hetta setir orkestrið ofta dám á, tá ymisk tiltøk eru í Suðuroynni.