Tvøroyrar Býráð fer ikki at krevja endurgjald fyri útreiðslur, tey hava havt av ætlaðu drotninginavitjanini, sum varð avlýst í summar.
Tað varð avgjørt á býráðsfundi á Tvøroyri í kvøld.
Á Føroyaferðini, sum varð fráboðað í summar, skuldi drotningin vitja á Tvøroyrar og í tí sambandi varð nógv gjørt burtur úr at fyrireika vitjanina.
Men so varð alt brádliga avlýst í sambandi við løgtingsvalið – men Tvøroyrar Býráð sat eftir við eini trivaligari rokning í samband við fyrireikarnar.
Á býráðsfundinum í kvøld varð upplýst, at býráðið hevur fingið rokningar fyri 55.600 krónur fyri kokkar, tænarar, høli, blómur, og annað, sum varð bílagt í sambandi við vitjanina. Av tí, at tey vórðu bíløgd til drotningavitjanina, máttu tey sostatt siga fleiri uppgávur frá sær.
Men tað varð eisini upplýst, at nógv annað arbeiðið varð gjørt, sum ikki er gjørt upp í pengum.
Í býráðnum halda tey, at tað er vánaligt av løgmansskrivstovuni, at hon ikki hevur bjóðað sær til at veita kommununi endurgjald fyri fíggjarliga missin.
- Talan er um eitt sindur av pengum, sum kundi verðið farnir nógv betri, siga býráðslimir á Tvøroyri.
Men tey halda samstundis, at fara tey at krevja pengarnar aftur, fer tað bara at koma tvørafólki í ringt orð – og tað kann eisini fáa kongshúsið at aftra seg við at koma á Tvøroyri eina aðru ferð.
Og tað støðu vildu býráðið á Tvøroyri ikki koma í, tí tey søgdu, at tey vóru fegin um at hava kongshúsið á vitjan – eisini tí at tað gav teimum nógva umrøðu.
Tí gjørdu tey av at sleppa kravinum um at fáa pengarnar endurgoldnar. Og annars ynskja tey drotningini, ella øðrum í kongshúsinum, vælkomnum á Tvøroyri eina aðru ferð.









