Tvítýddar reglur fyri leikbann

Í eini dagføring av kappingarreglunum eru rættingarnar ikki gjørdar nóg konsekvent. Tí er ivamál, um Birita Wardum hevur leikbann til steypafinaluna móti Kyndli. Aganevndin skal nú taka støðu í málinum

Aganevndin hjá HSF skal nú taka støðu til, um Birita Wardum hevur leikbann í steypafinaluni. Birita fekk beinleiðis reytt kort, tá Neistin spældi móti Kyndli um vikuskifti.

 

Fyrr vóru reglurnar soleiðis, at reytt kort altíð gav leikbann í fyrstkomandi dysti. Líkamikið, um hesin var í lands- ella steypakapping. Onkra tíð lá fyri hjá feløgum at brúka hesar reglur heldur kreativt, soleiðis at ein steypadystur varð kroystur inn í skránna, so spælarar á tann hátt kundu sita leikbann av sær.

 

Í eini dagføring av reglunum var ætlanin, at hesin møguleikin skuldi detta burtur, soleiðis at reyð kort í landskapping altíð skuldu sitast av í landskappingardyst.

 

Men tá hesar broytingar eru gjørdar, er gamla orðingin ongantíð strikað. Verandi útgáva av kappingarreglunum hevur tí tvær púra mótsigandi reglur.

 

Í fyrsta lagi verður sagt: Spælarar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við dyst í lands- ella steypakappingini, skulu avgreiða leikbannið í fyrst komandi í fremstu deild, uttan mun til, um hann er lands- ella steypakappingardystur ella vanligur 1. deildardystur.

 

Men í brotinum beint niðanfyri kann lesast: Spælarar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við landskappingardysti í fremstu deild í verandi kapping, skulu avgreiða leikbann komandi landskappingardysti í fremstu deild í verandi kapping. Leikbann kann sostatt ikki avgreiðast í landssteypadysti.

 

Talan er soleiðis um tvær absoluttar niðurstøður, sum ganga beint ímóti hvørjari aðrari, og tað er hesi fløkjuni, sum HSF skal finna greiðu á, áðrenn steypafinalan verður spæld. Og tað verður altso Aganevndin hjá HSF, sum fer at taka støðu til prinsipiella spurningin.

 

- Vit hava fingið frágreiðingina frá dómaraparinum, sum dømdi dystin, og vit hava sent hana til Aganevndina, sum kemur at taka støðu til málið, sigur Ári Rouch hjá Hondbóltssambandinum.

 

Aðra viðmerking enn hesa vil Ári ikki gera, og tí verður tað ikki fyrr enn í annaðkvøld, at greiða fæst á, um Birita Wardum er tøk til steypafinaluna.