Bjarni Djurholm heldur seg hvørki til vanligar politiskar mannagongdir og als ikki til samgonguskjalið, um hann ætlar at gera avtalu um yvirtøku av loftrúminum.
Á heimasíðu Fólkafloksins í samband við yvirtøkuna av vinnulóggávuni verður m. a. eisini sagt fylgjandi:
“Danski landsstýrismaðurin Flemming Hansen og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum fara væntandi í septembur 2007 at undirskriva sáttmála um yvirtøku á loftrúminum á føroyskar hendur. Nær endaliga yvirtikan verður framd er tó ikki avtalað enn. Men ætlanin er at tað skal vera um somu tí sum vinnulóggávan.”
Eitt er hvat Fólkaflokkurin og vinnumálaráðharrin helst vilja hava fram, annað er, hvat er politiskt avtalað og parturin um loftrúmið er ikki avtalað at yvirtaka í hesum samgonguskeiðinum.
Sigast skal at meirilutin í uttanlandsnevndin (Johan Dahl, Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, John Johannessen, Kristian Magnussen, Jenis av Rana), hava í samband við ráførslu um føroyskan limaskap í ECAA tikið undir við, at løgmaður tekur upp samráðingar um at fáa sett ECAA sáttmálan í gildi fyri Føroyar, sum mælt verður til í skrivi løgmans.
Samstundis verður heitt á løgmann um at kanna og greina:
Verandi sáttmála millum Danmark og Ísland um flúgving í føroyskum loftrúmi og møguleikan hjá føroyskum myndugleikum at yvirtaka hesa uppgávu
Fyrimunir og vansar við, at málsøkið ”Loftferðsla” verður yvirtikið av føroyskum myndugleikum, herundir eisini, hvør rættarstøðan tá verður í mun til ECAA, og rættarstøðuna innan málsøkið í mun til danskar og ES-myndugleikar
Omanfyri útgreinaða vinnumálaráðið við at fáa kannað og útgreinað - arða uppgávu hevur ráðið hjá Bjarna Djurholm ikki fingið heimild til frá løgmanni, skilji tí ikki nýggjheitina á heimasíðu Fólkafloksins.
Yvirtøka av loftrúminum er ikki við í nakrari samgonguavtalu og skal sostatt heldur ikki nøkur avtala undirskrivast um yvirtøku av loftrúminum, fyrrenn málið er væl og virðiliga lýst og útgreinað við fyrimunum og vansum, kostnaðum og inntøkum, krøvum til okkara osfr. og hareftir hevur verið politiskt viðgjørt í samgonguni.
Sambandsflokkurin yvirtekur ikki bara fyri at yvirtaka ella fyri at kunna siga, at nú er onki eftir av yvirtøkum undir vinnumálaráðnum.
Vit yvirtaka um tað er forsvarligt, skilagott og umsitingarliga møguligt og til menning og fyrimuns fyri land og fólk okkara.
Vágur 18.07.2007