Tilvitað val
Ivaleysa væl er skrivað og málað á veggin um, at sleppa vit okkum av við ríkisstuðulin og allar aðrar danskar veitningar, so fer búskapurin at minka munandi, hóast vit í dag hava avlop í almennu køssunum og avlop í samskiftinum við útheimin. Hesin parturin av upplýsandi uppgávuni hjá Landsstýrinum, sum stevnir fullveldiskósina, er borin greitt fram. Her er ivaleysa nógv gjørt av, soleiðis at myndin, vit hava av sjálvstøðuga búskapinum, heldur er meira døpur enn væl er. Danskir búskaparfrøðingar hava ljóðandi meira bjartskygda mynd enn vit av egnu sjálvstøðugu framtíð okkara.
Framtíðar valið er í orðaskiftinum vorðið soleiðis, at fyri framman stendur at hvør einstakur sigur sítt ja ella nei til eina einastu stevnu, sum er at loysa Føroyar til sjálvstøðugan stat. Men valla er tað nakrantíð soleiðis í lívinum at fyri framman okkum stendur valið um eitt einstakt. Ongantíð er valið minni enn millum tvinnar kostir, og veljast skal annar, so at tú sjálvstøðugt hevur valt framhaldandi lívið, uttan mun til um tað fer eftir øðrum vegnum ella hinum. Á einum atkvøðuseðli fært tú kanska bara valið ímillum at skriva kross í rútarnar fyri ja ella nei um eina einstaka stevnu, men lívið skiftir kós í báðum førum, og tí eru sjálvstøðug val í báðum rútum at vela. Í veruleikanum velir tú ja ella nei í báðum rútum, hóast tað ljóðar heldur løgi. Tí er rímuligt at spyrja um avleiðingarnar av at velja aftur gomlu skipanina, sum letur donskum ríkismyndugleikum politiskt vald aftur fyri ríkisveiting.
Tað er ikki bara í hugaheiminum at tað er eitt tilvitað val at fara aftur á gomlu slóðina. Eisini í politisku gongdini og sjálvari búskapargongdini fer tað at merkjast sum broytt kós, tí tær Føroyar sum komu undan kavi eftir kreppuna, eru ikki tær somu sum fóru undir kav fyrra partin av nítiárunum. Hetta grundi eg á tvær orsakir.
Eitt millumvaldsbil
Tann fyrra er, at vit hava nú í nøkur ár livað í einum bili, líkt einum interregnum ? einum millumvaldsbili - tá ongin greið samfelagspolitisk stevna setir áralagið. Í nøkur ár hava almennu kassarnir havt avlop, sum koma heilt upp ímóti støddini á ríkisveiitingini. Telja vit lánsavdráttir uppí, so er konsolideringin hjá almennu køssunum eins stór og ríkisvieitingin seinastu árini. Tað merkir tað sama sum at almennir kassar fáa ríkisveitiningina, men brúka hana bara í lítlan mun, og økja tí lítið um innlendska eftirspurningin. Millum landsins borgarar er hugburðurin ikki ólíkur hesum. Síðani framgongd sást í búskapinum og inntøkurnar gjørdust frægari, bæði hjá einstaklingum og fyritøkum, hevur eitt vist varsemi verið at síggja í atburðinum. Hóast munandi betri inntøkur, hava hvørki einstaklinganýtslan ella íløgurnar hjá fyritøkunum gjørt nøkur skarvslop. Tað sær út sum bíða bæði húsarhald, fyritøkur og tað almenna sjálvt eftir einari avgerð um tær fortreytirnar, sum vit skulu laga okkum til.
Tilfeingismeðvit
og liberalisering
Seinna orsøkin er, at leiðin burtur úr kreppuni hevur verið merkt av hugtøkunum sparing og liberalisering.
Sparingin er eitt breitt hugtak, sum fevnir um skilagóða og effektiva tilfeingisnýtslu sum heild. Tað merkir ikki bara at brúka minni, men at brúka við skili, soleiðis at mest gagn fæst burturúr hvørjari krónu. Sjálvandi er ilt at staðfesta ella prógva tilveruna av nýggjum hugburði, men eg váði at siga húsarhaldini vera meira ansin í nýtsluni og meira varin at seta seg í skuld. Valla ivast nakar í at tað almenna brúkar minni part av inntøkunum enn fyrr hevur verið lagið, og avlop í almennu køssunum ár undan ári er ókent fyribrigdi undir gomlu skipanini. Vinnufyritøkurnar eru meira varligar bæði í rakstri og íløgum, so at virkisførið og kappingarførið væntandi eru batnaði í mun til gamlar dagar. At allir partar av búskapinum eru meira ansin um at brúka tilfeingið skilabest, kemur ikki bara av broyttum hugburði, men eisini av tí at karmarnir um búskaparligu tilveruna eru broyttir.
Samanlagt er farin fram ein liberalisering av samfelagsbúskaparligu kørmunum. Føroyar eru í dag meira at kalla marknaðarbúskapur heldur enn studningsbúskapur, sum undan kreppuni. At húsarhald eru meira ansin at veðseta seg, kemst bæði av at ískoytið til rentuútreiðslur minkar, at pengastovnarnir eru meira ansnir um veðsetingarvirðini, at arbeiðsloysi ella minni vinnutrygd er vorðin ein meira verulig hóttan í hugaheiminum hjá tí einstaka. Politisku báknini um at hvør einstakur skal sjálvur gjalda í meira mun til eftirlønina, um at rentustuðilin verður uppaftur minni, um at privatisering og kommersialisering av tænastum fer at økja um borgarakostnaðir, gera eisini sítt til at húsarhaldini verða meira ansin í nýtslu og veðseting.
At fyritøkurnar ikki loypa á leistum í stórsligin íløguævintýr, sum lagið mangan var í gomlum døgum, kemst heldur ikki bara av broyting í hugburði, men í stóran mun av at fyritøkurnar ikki kunnu rokna við almennum veðhaldum til lán og rakstrarstuðul í sama mun sum áður. Haraftrat kemur so at vinnuligu karmarnir um serliga fiskiskap og fiskavirking eru munandi broyttir, soleiðis at hesar vinnurnar í dag virka í einum liberaliseraðum umhvørvi, eins og politisku báknini benda á enn meira liberalisering av vinnukørmunum.
Liberaliseringin av vinnuliga umhvørvinum hevur ávirkan á allar vinnupartar og marknaðir. Fíggjarmarknaðurin, allir vøru- og tænastumarknaðir og arbeiðsmarknaðurin eru ávirkaðir av broyttu kørmunum og útlitinum til meira liberalisering.
Samanumtikið eru vit hesuferð komin úr kreppuni á annan hátt enn áður. Fyrra størra kreppan vit eru komin úr var heimsumfatandi oljukreppan, og ta ferðina komu vit úr henni við heilt øðrum hugburði og heilt øðrum áratøkum. Meðan loysnin upp á kreppuna fyrst í sjeytiárunum ? sum bæði var oljukreppa og fiskivinnukreppa ? var rakstrarstudningur og íløgustudningur, hevur loysnin hesu ferð verið ein tillaging hjá øllum pørtum at standa á egnum beinum. Vit eru komin soleiðis burturúr kreppuni hesu ferð, at vinnuliga umhvørvið og búskaparpolitiska skilið er munandi betri enn undan kreppuni.
Tilfeingiskreppa
ella skipanarkreppa
Frammanfyri okkum stendur tí ikki bara valið fyri ella ímóti at fara úr danska ríkisfelagsskapinum, ella valið fyri ella ímóti tí samráðingarúrsliti, sum kemur burtur úr samráðingunum, men eisini valið fyri ella ímóti at venda aftur á gamla lagið.
Vit menniskju eru helst soleiðis, at tá vit fáa fortreytirnar at vita, so fáa vit okkum mest møguligt gagn av teimum. Og samfelag millum menniskju ber seg ikki annaðleiðis at. Verður úrslitið av gongdini soleiðis, at vit fara undir aftur ta skipan, at danskir ríkismynduleikar betala fyri at hava politiskt vald, so ivist eg ikki í, at vit fara at gera mest gagn av tí skipanini. Vit fara ikki at lata politiskt vald til eina aðra tjóð uttan at fáa sum mest av vælferð afturfyri, tí søgan sigur okkum at allir politiskir flokkar, og hvør einstakur borgari somuleiðis, vilja hava mest møguligt í sín part av tí tilfeingi, sum vit fáa uttaneftir. Tað er onki sum bendir á at vit fara at lata politiskt vald frá okkum fyri at fáa sum minst afturfyri.
Trýstið, sum veljarar og vinna fara at leggja á politisku flokkarnar og politiska valdið, verður um at fáa sum mest av tí vælferð ríkisveitingin gevur, í sín part. Stríð fer aftur at standa millum landspartar um part í vælferðini, danska ríkisveitingin gevur, trýst fer aftur at koma á politikarar og politiska valdið um at lata vinnuni studning, eins og veljaraskarin sum heild fer at vilja hava gagn av ríkisveitingini.
Svara mær kannst tú og siga, at sama stríðið um part í vælferðini er í dag. Gamaní, men politiska valdið í landinum hevur avgjørt at avlopið hjá almennu køssunum skal vera stórt, og tí er stórur partur av virðunum vit skapa og gávuni vit fáa úr Danmark, hildin uttanfyri eftirspurningin. Og frammanundan tí vóru avdráttarskyldurnar so stórar og virðisskapanin so lítil, at ongi avlop vóru at býta av.
Tá avgerðin er fallin um ríkispolitisku viðurskiftini, fara allir partar at laga seg til ta framtíð, sum tá stendur fyri framman. Verður loyst frá Danmark, so fara vit inn í eina kreppu, sum er ein tilfeingiskreppa, tí tað stutt og greitt verður minni til av virðum í samfelagnum, enn verið hava frammanundan. Verða vit verandi í ríkinum, fara vit inn í eina sonevnda strukturkreppu, tí eftir mínum tykki venda vit tá aftur frá einari mennandi liberalisering og skilagóðari tilfeingisnýtslu til ein studningsbúskap við almennari uppílegging í flestu marknaðir.
Aftur til gamla sáttmála?
Tilfeingiskreppan er væl lýst í kjakinum, hóast lýsingin er merkt av ríviligum bjartskygni frá øðrum partinum og svartskygni uttan mýkindi frá hinum partinum. Burtur úr hesum hevur vanligi lurtarin kanska fingið eina skilagóða miðalmynd.
Hvør er so strukturkreppan fyri framman? Konkretu møguleikarnir eru óteljandi, men meginrákið í gongdini kann gitast um.
Samráðingarnar við ríkisstjórnina um nýggja heimastýrisskipan fara at miða eftir at fáa so stóran vælferðastyrk sum til ber, aftur fyri tað politiska vald ið latið verður ríkisstjórnini. Illa er hugsandi at føroyingar góðtaka annað enn tað, ella at danska ríkisstjórnin torir annað enn tað. Fyrsta stigið er tí ein ríkiliga stór ríkisveiting ? mest trúliga av somu stødd sum í dag.
Næsta stigið er at fáa gagn av styrkinum, tí tað er ikki hugsandi at danska stjórnir fáa loyvi frá veljarum sínum at lata føroyingum vælferðastyrk til at seta á bók. Men hvat gagn vit gera av styrkinum, tað stendur í veruleikanum til veljararnar og vinnuligu ávirkanina á politisku skipanina. Lítil orsøk er til at vænta annað enna at kravið frá veljarum og vinnulívi vera sum undan kreppuni, og tí er mest trúligt, at ein partur fer til íløgur hjá tí almenna, ein partur fer til at økja almennar tænastur, ein partur fer til at minka nettoskattatrýstið og í aðrar mátar økja um vælferðina hjá húsarhaldinum og ein partur til vinnuligar studningar av ymsum slag.
Í tann mun, sum tað almenna brúkar pengarnar til at økja almennu tænasturnar og til almennar íløgur ? sum helst er mest neutrala nýtslan av veitingini - fer gongdin at økja um innlendska eftirspurningin og harvið at leggja trýst á innlendsku marknaðirnar, so at faktorinntøkan í innlendskari vinnu batnar í mun til hana í útflutningsvinnu. Somuleiðis fer tað almenna at vaksa sum partur av búskapinum.
Í tann mun, sum tað almenna brúkar pengarnar til at minka nettoskattatrýstið og økja vælferðina hjá húsarhaldinum í aðrar mátar, hevur gongdin somu ávirkan á innlendska virksemið, prísir og faktorinntøkur. Harumframt kann tað lættliga fáa ávirkan á liberaliseringstilgongdina eins og á tilfeingissparandi hugburðin. Hví skulu borgarar landsins fara at gjalda til egna eftirløn tá tað almenna er vorðið ríkari og meira sinnað at brúka av pengunum? Hví skulu veljararnir gjalda brúkaragjøld ella marknaðarprís fyri tænstur, sum áður hava verið landsuppgáva ? so sum telesamskifti, postflutning, ferðafólkaflutning og annað mangt. Hví skal rentuískoytið til húsabygging minkast og hví skal rentuinntøka skattast, um tað almenna kann lætta um hjá ungum fólki at seta búgv?
Í tann mun, sum pengarnir fara til at dugna útjaðaranum, fer tað at fáa ávirkan á almennu íløgurnar og aktivitetin innanlands.
Í tann mun, sum pengarnir verða brúktir til vinnustuðul, fer tað at avlaga kappingina um kapital og arbeiðskraft, so at vit aftur fara at hava stórar partar av vinnutilfeinginum bundið í vinnur, sum ikki bera seg á vinnuligum grundarlag. Fiskivinnan er tann, sum í gomlu skipanini fekk mestan stuðulin. Hetta kemst av ymsum ávum.
Partvíst kemst tað av tí vanligu kappingini, sum fer at verða millum allar samfelagsbólkarnar, og fiskivinnan er tann, sum hevur havt sterkast ávirkanina á politisku skipanina. Men partvíst kemst tað av, at tað er mest rasjonelli og í støðuni skilabesti politikkur, at veita fiskivinnuni studning, tá landið fær ríkisstuðul. Tí øll onnur nýtsla av pengunum, sum omanfyri er greitt frá, fer at økja um vinnuførið hjá heimamarknaðarvinnunum í mun til útflutningsvinnuna. Hvørja ferð ein króna av ríkisstuðlinum verður brúkt til at bøta um vælferðina hjá húsarhaldinum, økist trýstið á útflutningsvinnurnar. Hvørja ferð ein króna verður brúkt til almennar íløgur ella almennar tænastur, økist trýstið á útflutningsvinnurnar.
Í tann mun, sum pengarnir verða brúktir til vinnuligan studning, fer tað at avlaga tað liberaliseringstilgongd, sum er grundarlagið undir gongdini móti sunnari og sterari fyritøkum. Fáa fiskiskip á heimaleiðum á onkran hátt kapitalstyrk frá tí almenna, fer tað at ávirka prísirnar á skipum og prísirnar á døgum, uttan at tað avgjørt fer at gera fyritøkurnar sterkari. Fáa virkini studning, fer tað at økja um fiskaprísin, uttan at tað avgjørt fer at gera fyritøkurnar sterkari. Fiskivinnan er í tí støðu, at hon illa kann fáa studning uttan at venda aftur til eitt annað slag av regulering, enn hana vit hava í dag, og satt at siga dugi eg illa at hugsa mær hvussu fiskivinnan kann fáa part av øktu vælferðini av donsku ríkisveitingini, uttan at tað fer at spilla alla liberaliseringsgongdina, sum verið hevur.
Men fær fiskivinnan ikki studning, kemur hon eisini í trupulleikar, tí meðan allar aðrar vinnur kunnu luttaka í innlendsku inflasjónini, kann fiskivinnan tað ikki, og tí fer henni at mangla bæði kapital og fólk. Ilt er at hugsa sær annað, enn at vendast má aftur til eina skipan, har tað almenna letur studning við aðrari hondini, og við hinari stýrir tilgongd og frágongd í vinnuni.
Útgangur
Her er stutt nortið við nakrar av teimum skipanarligu trupulleikunum, sum vit koma okkum útí, um vit venda aftur til eina ríkisstudningsskipan. Málið er ikki lýst eins væl og teir vælferðatrupulleikarnir eru lýstir, um vit sleppa okkum undan ríkisstudningunum, men tó skuldi fegin staðið greitt, at valið ikki stendur millum eina lættgongda og eina illgongda leið, men at valið heldur stendur millum tvær leiðir inn í framtíðina, sum báðar hava sínar íbornu trupulleikar.
Sannleikin er tann, at vit eru vaxin fleiri tummar gjøgnum kreppuna. Vegurin úr kreppuni hevur verið merktur av skilagóðari tilfeingisnýtslu ? kanska av neyð, men ikki minni væleydnað kortini. Vegurin úr kreppuni hevur eisini verið merktur av búskaparliga heimsrákinum, sum er liberalisering av marknaðum og áðurnevnda neyvstýring av tilfeingisnýtsluni. Og enn hava vit so langt í frá troytt allar møguleikarnar.
Og ein afturvending til gomlu skipanina ? ella rættari full nýtsla av rættindunum og ríkidøminum í gomlu skipanini ? fer at koma í andsøgn til rákið, sum í er komið síðani kreppuna. Uttan at hugsa um hvørjar konsekvensir tað hevði fyri ríkisrættarligu støðuna, eru føroyskir, danskir og aðrir analytikarar komnir til hesar liberaliseringsloysninrnar og tilfeingissparandi gongdirnar. Og ein kúvending fer at føra til nýggjar konfliktir, tí tilvaxandi búskapargongdin hevur undirtøku tvørtur um ríkispolitisk mørk í Føroyum. Tá um ræður ríkispolitisk viðurskifti og tá um ræður búskaparpolitisk viðurskifti ganga mørkini ikki eins millum fólk. Tú finnur liberalistiskar sambandsmenn eins snilt og liberalistiskar loysingamenn.
Hermann Oskarsson










