Tvingað til fosturtøku í sjeynda mánað

Í Kina hava myndugleikarnir staðfest, at ein kvinna, sum var komin í sjeynda mánað, bleiv tvingað til at fosturtøku. Hetta hendi fyri stuttum, men er ikki komið fram alment fyrr enn nú, nú myndir av barninum eru komnar á internetið.

Mannarættindafelagsskapir siga, at myndugleikarnir í landspartinum Shaanxi har norðuri í Kina noyddu Feng Jianmei at taka fostrið, tí hon hevði ikki rindað bót fyri at hava brotið lógina, sum sigur, at hjún í tætt bygdum økjum skulu ikki hava meiri enn eitt barn. Hinvegin kunnu hjún á bygd fáa sær eitt barn afturat, um tað fyrsta er ein genta.

Teir lokalu myndugleikarnir í Shaanxi siga í einari fráboðan, at kanningar hava staðfest, at kvinnan bleiv tvingað til fosturtøku, og at myndugleikarnir hava kravt, at tey, sum høvdu ábyrgdina, verða revsað.

Á internetinum hava nógvir kinesarar mótmælt framferðini hjá teimum, sum tvingaðu kvinnuna til at taka fostrið. Summi halda, at myndin av mammuni og tí deyða barninum í songini á sjúkrahúsinum minnir um framferðina hjá nazistunum undir seinna heimsbardaga.