Sum áskoðari hevur tú onkra tíð kensluna av, at StÍF bara vinnur av gomlum vana, tá VÍF er mótstøðuliðið.
Heilt samdur í hesum var Bárður Danielsen hjá StÍF ikki. Men hann ásannaði, at tað hevur ligið væl fyri móti gulu monnunum úr Vestmanna.
- Tað týdningarmesta hesaferð, haldi eg var, at vit høvdu ikki ráð at missa. Vit vistu undan dystinum, at vit máttu og skuldu vinna, um vit skuldu hava nakran møguleika. Og hugburðurin til uppgávuna var eisini hareftir.
Og tá tit so fyrst komu ígongd, so koyrdi tað bara?
- Bæði og. Vit høvdu leingi eitt sera gott tak á, men vit dovna nakað eftir steðgin. Tað gav VÍF nakrar møguleikar at koma aftur í dystin. Men Marian stóð tíbetur júst so væl, sum vit vita, at hann kann. Og so kláraðu vit at standa ímóti.
Longu um seks dagar skal StÍF aftur spæla móti VÍF. Hesa ferð er tað steypafinalan, sum stendur fyri, og Bárður dylur ikki fyri, at hann eisini hevur góðar vónir til hetta.
- Tað hevur í øllum førum gingið væl móti VÍF hjá okkum í ár. Vit hava vunnið á teimum tríggjar ferðir. Og tað ætla vit okkum eisini at gera leygardagin. Tá telja hinir tríggir dystirnir tó ikki, so vit taka einki fyri givið. Men vónirnar eru sum sagt góðar, sigur Bárður at enda.










