Føroyingar mugu ongantíð ov skjótt taka søðu til spurningin um ES limaskap ella ikki.
Tað staðfestir Reiðarafelagið nú.
Á heimasíðu síni staðfestir felagið, at fara íslendingar upp í ES, sum teir hava søkt um, verða eisini vit tvingað at taka støðu til málið.
Tí eiga vit sjálvi at taka spurningin upp beinanvegin.
Men samstundis ávarar Reiðarafelagið:
Hetta málið er so stórt, at endar tað sum politisk kastibløka, verður tað ein vanlukka.
Annars heldur felagið, at tað er onki undarligt, at so nógvir føroyingar ikki vita, hvørja støðu teir skulu hava til ES.
- Vanligi føroyingurin hevur ikki fingið nakra serliga kunning um fyrimunir og vansar og kunnu sostatt illa taka støðu.
Samstundis stingur Reiðarafelagið nakrar møguleikar út í kortið.
Eitt sum freistar, er tann stóri fíggjarligi stuðulin, ES letur fiskivinnuni, tí vit merkja sera væl, hvussu kappingaravlagandi hann er fyri okkum.
Hinvegin var boðskapurin á ES ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í summar, klokkuklárur.
Og tann boðskapurin var, at hvørki vit, ella íslendingar, fara at fáa sersømdir, tí tað, sum ES samtykkir, verður galdandi fyri allan felagsskapin.
- Treytirnar fyri fiskiskapin koma at verða avgjørdar í Brússel, har er so eingin ivi, staðfestir Reiðarafelagið.
Í hesum sambandi vísir Reiðarafelagið á, at spaniólar og fransmenn fara teir eisini at kunna eiga skip í Íslandi javnbjóðis íslendingum.
- Vilja hesir hava broytingar í íslendskum sjógvi, so er tað ikki nógv íslendingar kunnu gera við tað, sigur Reiðarafelagið.